Norski oljugrunnurin vaks við 71.000 krónum pr. norðmann í 2016


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Niels Petersen

01.03.2017 - 12:41

Oljan > Vinna & Tøkni > Olju- og frálandavinna

Norski oljugrunnurin hevði ein vinning á heili 6,9 prosent í 2016. Tað skrivar Aftenposten. 

Hetta svarar til 374 milliardir krónur, ella umleið 71.000 krónur fyri hvønn norskan íbúgva. Hetta er tó ikki tann størsti vinnningurin hjá norska oljugrunninum sigur blaðið. Í 2012 og í 2013 var vinningurin á heili 12 prosentum. So høgur hevði hann aldri verið ávur, og heldur ikki síðani.

Úrslitið í fjør er eisini ein vøkstur í mun til í 2015.

- Høvuðsleiðslan er nøgd við, at úrslitið seinastu árini hevur verið gott, sigur Øystein Olsen, sum er leiðslustjóri í Norges Bank.

Peningurin í grunninum stavar frá olju og gassframleiðsluni og hesin verður settur í partabrøv, lánsbrøv og í fastar ognir.

Aftenposten upplýsir, at norska stjórnin tók 101 milliard norskar krónur úr grunninum í 2016, til at gjalda fyri almennar útreiðslur.

- Úrslitið í 2016 var merkt av fallandi rentu fyrsta hálva árið og einum sterkum partabrævamarknaði í seinnu hálvu, sigur grunnastjórin, Yngve Slyngstad millum annað á einum tíðindafundi.

Á sama tíðindafundinum segði grunnastjórin, at tað væntandi verður sami vøkstur í 2017 og 2019, sum tað var í 2014 og í 2016.