Norskt oljufelag keypir part av Faroe Petroleum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.04.2018 - 17:54

Oljan >

Norska oljufelagið DNO hevur gjørt av at keypa ein stóran bita av Faroe Petroleum, sum seinastu árini hevur havt eydnuna við sær við sínum virkna borileitivirksemi í Norðsjónum. DNO hevur sambært norska miðlinum E24 gjørt eina avtalu við Delek Group um at keypa 15,37% av Faroe Petroleum fyri eina upphædd, ið svarar til 777 mió. kr. Delek Group, sum er skrásett í Ísrael, keypti fyri nøkrum árum síðani ein stóran part av Faroe Petroleum. DNO sær eins og Faroe Petroleum stórar møguleikar fyri framtíðar virksemi í Norðsjónum. Felagið, sum er elsta norska oljufelagið, varð stovnað í 1971. Tað hevur annars m.a. gjørt íløgur í oljuframleiðslu í kurdiska partinum av Iraq.