Tað er ikki hvønn dag, at útlendsk seismikkskip leggja leiðina til Føroya at fáa vørur og tænastur. Men í dag koma tvey slík á Fuglafjørð. Myndina hevur Reidar Joensen tikið.

Norskt seismikkskip brúkar Føroyar sum útgerðarstøð ávegis í Barentshavið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.07.2017 - 17:51

Oljan >


Tíðliga í morgun kom norska seismikkskipið ”Geo Coral” á Fuglafjørð fyri at skifta manning, bunkra, proviantera og eftir útgerð, sum tað skal hava við umborð, nú tað hevur fingið arbeiðsuppgávur í Barentshavinum. Seinasta vikuskiftið varð veitingarskipið Bourbon Tern í Føroyum við nógvu útgerðini til Geo Coral. Seismikkskipið hevur júst verið til arbeiðis vestan fyri Írland og gjørdi reiðaríið av at fara í føroyska havn eftir útgerð og ymsum tænastum, heldur enn at fara til Noregs.

Hentzar Steingrímson hjá Tor Shipping, sum er agentur fyri skipið, fegnast um, at eisini skip av hesum slag leggja leiðina til Føroya at fáa vørur og tænastur. ”Her hevur verið rættiliga nógv virksemi, síðani skipið legði at bryggju. Hýruvognarnir hava úr at gera at flyta fólk millum skip og flogvøll. Og annars er gongd í her á bryggjuni í Fuglafirði, nú skipið roynir at innheinta mista tíð. Eg haldi, at tað hevur gingið sera væl at fáa alt at sampakka, og skilji eg eisini, at tey umborð eru væl nøgd við tænastuna tey fáa her, helst eisini prísleguna, nú reiðaríið hevur valt at brúka Føroyar sum útgerðarstøð fyri komandi arbeiðinum í Barenshavinum,” sigur Hentzar Steingrímson.

Ávegis til Føroya gjørdist ein av manningini umborð á Geo Coral sjúkur og neyðugt varð at fáa tyrluna eftir honum. Hann er nú á Landssjúkrahúsinum, har hann fær neyðugu viðgerðina.

Oljufelagið EFFO hevur staðið fyri bunkringini til Geo Coral.

Í løtuni er enn eitt seismikkskip, Ramform Titan, eitt av teimum størstu í heiminum, ávegis á Fuglafjørð. Tað skal eisini bunkra, proviantera og fáa aðrar tænastuveitingar, áðrenn tað leggur leiðina tvørtur um Atlantshavið til Kanada, har tað hevur fingið nýggjar arbeiðsuppgávur. Ramform Titan hevur annars skotið seismikk eystan fyri Føroyar nú í eina tíð.

Geo Coral er 101 metur langt og 24 metrar breitt. Við skipinum eru 69 mans. Tað varð bygt í Bergen í 2010 og skjýtur 3D seismikk.