Norski oljuráðharrin fegnast um vaksandi oljuinntøkurnar. Mynd E24

Norsku oljuinntøkurnar vaksa støðugt


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.05.2018 - 19:27

Oljan >

Hækkandi oljuprísurin fær norsku oljuinntøkurnar at vaksa støðugt. Tað ger, at norski staturin hevur nógv størri upphæddir at rudda við – inntøkurnar frá oljuvirkseminum fara at vaksa við 41 mia. til 224 mia kr. í 2018.  Hesar stava frá skattainntøkum, beinleiðis inntøkum frá ognarlutinum hjá statinum á norska landgrunninum og frá inntøku frá Statoil. Hetta byggir á eina broyting í oljuprísinum úr 438 kr. fyri tunnuna til 519 kr. Eisini hevur tað eydnast oljuvinnuni at lækka kostnaðarstøðið munandi sigur olju- og orkuráðharrin Terje Søviknes í eini fráboðan.

Eisini felagið Norsk olje og gass, sum umboðar oljuvinnuna í Norra fegnast um framgongdina, sum hevur vent gongdini. Higartil hava stjórnir í nógvum oljuframleiðandi londum verið noyddur at tátta í búskaparliga vegna fallandi inntøkunum frá vinnuni. Nú gongur so aftur hin vegin og tað fegnast stjórin í Norsk Olje og Gass, Karl Eirik Schjøtt-Pedersen um og sigur, at inntøkurnar frá olju- og gassvinnuni gera norsku stjórnina til heimsins hepnastu.

Stjórnin hevur annars lagt upp til at minka um nýtsluna av oljupengunum við 5,6 mia. kr. í ár sammett við undanfarna budgettið. Stjórnin væntar hon fer at brúka 225,5 mia. kr. av oljuinntøkunum í ár. Hetta er 2,7% av virðinum í Oljugrunninum. Í Oljugrunninum eru nú 8.488 milliardir kr.