Ben Arabo, Birgir Durhuus og Charles Hendry, nýggja nevndin í Atlantic Petroleum.

Nýggi nevndarformaðurin í AP sær fram til spennandi avbjóðingar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.05.2017 - 13:18

Oljan >

Eftir tvey rættiliga baldrutt ár í kjalarvørrinum á einum lágum oljuprísi er Atlantic Petroleum nú við at fáa fótafesti aftur. Tá nýggja nevndin tók við í farna mánað varð greitt, at nú varð skapt nýtt grundarlag fyri einum meira sunnum og gróðrarríkum framtíðar virksemi hjá felagnum. Og nógv er broytt hesi seinastu árini av orsøkum, sum felagið ikki einsamalt hevur havt so nógva ávirkan á. Frá at hava havt eina lutvíst stóra umsiting, her serstakliga jarðfrøðingar og aðrar serfrøðingar, tvingaðu umstøðurnar leiðsluna í felagnum at siga fólki upp og somuleiðis at sleppa sær av við fyrrverandi loyvisøki í Føroyum, Noregi og Bretlandi. Neyðugt var eisini at taka upp samstarv við aðrar aktørar á oljuøkinum, og við hesum verður nú fokus eisini flutt frá Norðsjónum til onnur oljuumhvørvi longur eysturi.

Á aðalfundinum í apríl varð avgjørt at skifta alla ta gomlu nevndina út - nú hon hevði gjørt sítt heimaarbeiði - við nýggjar nevndarlimir, sum kunnu koyra stafettina víðari, fólk, sum hava bæði serlig innlit á tí so týdningarmikla íløguøkinum og eisini fólk, sum eru kend andlit í altjóða oljuumhvørvinum, nakað, sum komandi árini kann geva felagnum eitt uppaftur betri grundarlag at virka út frá.

Avgjørt varð tí at velja fyrrverandi nevndarformannin í felagnum gjøgnum mong ár, Birgir Durhuus í aftur nevndina og gera hann til formann. Aftrat honum varð fyrrverandi bretski orkumálaráðharrin, Charles Hendry, valdur sum nýggjur í nevndina. Tað metir man at vera eitt skilagott val, nú Atlantic Petroleum meira enn nakrantíð hevur brúk fyri at verða jaliga umrøtt í oljuheiminum. Triði nevndarlimurin er Ben Arabo, sum nú í mong ár hevur verið stjóri í felagnum og sum seinastu árini hevur staðið á odda fyri teimum torføru og krevjandi broytingum, ið hava verið neyðugar at gera fyri, at felagið kundi yvirliva og aftur mennast.

Royndur nevndarformaður

Nú nevndin hevur havt sínar fyrstu fundir spurdu vit nýggja formannin, Birgir Durhuus, hvussu framtíðin sær út og annars um arbeiði í nevndini.

-Nú var tú í nevndini í Atlantic Petroleum í fleiri ár og eisini sum formaður. Men tá felagið fyri tveimum árum síðani var sera illa fyri, ikki minst vegna lágu oljuprísirnar, valdi tú at taka teg aftur, men nú hevur tú so valt at taka við aftur!

“Eg var nevndarformaður við loyvi frá mínum danska arbeiðsgevara frá 2009 - 2015. Til nevndarvalið í 2014 varð boðað frá, at loyvið ikki fór at verða longt. Eg havi síðani skift arbeiði og standi nakað fríari í samband við nevndarsessir og líknandi. Orsøkin til at eg havi sagt ja til aftur at fara í nevndina í AP er lutvíst, tí mær dámar væl tey fólkini, ið hava vent sær til mín og lutvíst tí mær dámar tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman hjá AP.”

-Er tað eisini tí, at tað nú gongur betri hjá felagnum?

“AP hevur sum flestu oljufeløg verið niðri í einum djúpum aldudali, men hevur megnað at hildið sær flótandi, deils tí felagið átti nøkur góð aktiv, sum eru seld við hepnari hond, og deils tí tað er eydnast at fáa nýggjar aktørar á vøllin, sum síggja eina framtíð í AP.”

-Hvørjar førleikar kanst tú serliga geva felagnum í tí nýggju støðuni tað er í?

“Eg veit eitt sindur um íløguvirksemi og leiðslu, men havi eisini tann fyrimun, at eg havi royndir við internationalum aktørum sum London Oil & Gas, ið nú hava ein tíðandi leiklut í AP.”

Eitt heilt annað felag

-Hvussu sær tú felagið nú í mun til, tá tú sjálvur var í nevndini?

“Felagið er eitt heilt annað felag í dag enn tað felagið, sum var innan stóra oljuprísfallið. Tað jaliga er, at felagið hevur hóðrað undan, tað neiliga, at prísurin hevur verið høgur. Soleiðis hevur AP avhent stórt sæð øll loyvi og brunnar, eins og starvsfólkatalið er minkað til eitt minstamark. Hetta merkir tískil eisini, at AP m.a. skal byrja av nýggjum á mongum økjum.”

-Sær tú eina bjarta framtíð fyri AP?

“Tað er ov tíðliga at svara hesum spurningi, sum m.a. er tengdur at, hvussu oljuprísurin fer at laga seg komandi árini, umframt sjálvandi hvønn aktivitet okkum lukkast at seta í gongd komandi tíðina. Men eg kann væl ímynda mær onkur scenario, har AP aftur fer at mennast.”

-Hvørjar verða høvuðsuppgávurnar hjá tær sum formanni og nevndini annars komandi tíðina?

“Uppá stutt sikt eru enn onkrir snøklar, ið skulu liðugtgerast í samband við uppruddingararbeiðið, sum er farið fram seinastu tvey árini, men síðani er høvuðsuppgávan at menna felagið av nýggjum.”

-Hvussu fer tað at kennast at skula arbeiða eftir nýggju strategiini hjá felagnum, sum er uppkeyp eystanfyri heldur enn at skula arbeiða í Bretlandi og Norra, hvat tú var vanur við?

“Nú hava tað ongantíð verið mínir førleikar innan oljuvinnu, sum hava gjørt meg til eitt aktiv fyri AP, tískil er tað heldur ikki av stórum týdningi fyri meg, hvar aktiviteturin fer fram.”

Fyrrverandi orkuráðharri í nevndini

-Hvønn týdning hevur tað fyri felagið at hava fingið ein fyrrverandi bretskan orkuráðharra við í nevndina?

“Tað er sera hugaligt, at ein maður við hansara royndum og "netverki" er komin í nevndina. Eisini er tað eitt stórt signalvirði í, at ein slíkur kapacitetur velur at brúka ein part av síni tíð upp á AP. Hetta síggja vit longu við umrøðum í miðlum, har AP ikki fyrr hevur verið á breddanum.”

-Tað er ikki vanligt í Føroyum, at ein stjóri eisini er nevndarlimur. Men tað valið hevur man so gjørt her. Hvat heldur tú um tað, hví var tað neyðugt?

“Tað er umráðandi at savna tær kreftirnar, sum eru í felagnum, og tí haldi eg, at tað er ein góður leistur, at nevnd og leiðsla arbeiða tætt saman við so fáum organisatoriskum forðingum sum gjørligt. Uppá longri sikt, vóni eg tó, at AP aftur kann hava nevnd og leiðslu hvør sær.”