Stórur partur av komandi leitiloyvum á bretska landgrunninum, sum nú verða boðin út, liggja framvið føroyska markinum fyri sunnan og í ein landnyrðing eystan. (Violettu økini)

Nýggj bretsk oljuleiting rundan um Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.07.2018 - 15:00

Oljan >


Bretskir oljumyndugleikar kunnugera nú enn eina nýggja oljuútbjóðing, sum í stóran mun fylgir tí føroyska markinum fyri sunnan og í ein landnyrðing eystan. (Sí kort). Talan er um 31. útbjóðingina, ið fevnir um 1766 teigar í einum øki uppá 370.000 ferkilometrar. Eisini øki í Norðsjónum og í bretsku kanalini eru við.

Flestu nýggju leitiloyini liggja tó vestan fyri Skotland og heilt upp ímóti føroyska markinum. Í økinum, sum verður nevnt ”frontier”, tvs. eitt útjaðaraøki, hevur lítið og einki oljuvirksemi verið áður. Bara nøkur fá loyvi eru latin her áður. Áhugavert er at merkja sær, at loyvini ganga heilt upp at føroyska markinum.Tað er tí greitt, at henda bretska útbjóðingini eisini hevur stóran týdning fyri framtíðar leiting í Føroyum. Og tað er tí eisini greitt, at føroyskir myndugleikar fylgja væl við, hvat hendir hinumegin markið, nú virksemið har bara tykist ganga tann eina vegin. 

Tað er eitt ynski hjá bretsku stjórnini, at oljufeløgini royna at brúka sína vitan og royndir til at finna olju og gass í nýggjum og ótroyttum økjum á bretska landgrunninum. Baraa heilt fáir brunnar eru boraðir her fyrr og traff oljufelagið Shell fyri nógvum árum síðani við kolvetni í Benbecular leitimiðinum vestan fyri Hebridurnar, ikki so langt frá føroyska markinum.

Bretska stjórnin metir leiting í hesum økinum so mikið týdningarmikla, at stjórnin í 2015 og 2016 rindaði fleiri hundrað mill. kr. til seismiskar kanningar í økinum til tess at stimbra áhugan fyri leiting her. Henda seismikkin fáa oljufeløgini ókeypis saman við øðrum data.

Tað er ikki minst væleydnaða úrslitið av 30. útbjoðingini, sum eisini fevndi um fleiri leitiloyvi eystan fyri føroyska markið, ið er orsøkin til, at bretar nú aftur bróta upp um armar og bjóða nýggj leitiøki út.

Umsóknir til 31. útbjoðingina skulu latast inn í seinasta lagi 7. november. Loyvini verða so latin í fyrru helvt av 2019. Á sumri 2019 letur so enn ein útbjóðing upp, tann 32. í røðini.