Nýggja Lyon gassleiðin sæst í ein norðan og ein vestan fyri Hetland, har gassfund so sum Bannhaven og Tobermory áður eru funnin.

Nýggj komandi gassleið eystan fyri føroyska markið vekir ans


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.11.2017 - 12:38

Oljan >


Um somu tíð sum føroyskir myndugleikar í spenningi bíða eftir, at 4. útbjóðing skal lata aftur um fáar mánaðir og vóna, at fleiri feløg fara at senda umsóknir inn og harvið fáa gongd á aftur føroysku oljuleitingina, so bara veksur virksemið hinumegin markið – á bretska landgrunninum. Eftir at oljufelagið Siccar Point Energy herfyri kunngjørdi, at tað hevur gjørt av at útbyggja ta oljukelduna, sum liggur tættast við føroyska markið, CAMBO, hevur sama felag nú gjørt eina avtalu við enn eitt sera virkið felag á Atlantsmótinum, nevniliga INEOS, sum fyrr í ár keypti allar olju- og gassognirnar hjá danska felagnum DONG. Avtalan snýr seg um at selja ein stóran part av tveimum loyvum norðan og vestan fyri Hetland og tætt við føroyska markið. Økið, sum talan er um, verður nevnt ”The North Gas Area”, og fevnir um fleiri gassfund so sum Tobermary, Bunnhaven og Craggarmore og nú eisini leitimiðið Lyon, sum nógv verður væntað av.

Siccar Point, sum fyrr í ár keypti allar olju- og gassognirnar frá eysturríkska oljufelagnum OMV, hevur higartil átt 100% í loyvunum, sum Ineos nú hevur keypt meirilutan av. Nógv verður gjørt burtur úr umrødda handli í flestu av altjóða oljumiðlunum og verður víst á, at sølan skal skiljast sum ein byrjan til í fyrsta lagi at bora ein leitibrunn og harnæst við at byggja út hesa nýggju gassleið vestan fyri Hetland. Fyrsta gassleiðin, ”The South Gas Area” við Laggan Tormore gasskeldunum og eisini Edradour og Glenlivet, varð útbygd og tikin í nýtslu í fjør.

Siccar Point hevur fyrr sagt frá, at tað ætlar sær at bora ein brunn á Lyon oljuleiðini í 2019, sum Ineos nú eisini er partur av, og nú enn eitt oljufelag hevur viljað brúkt pengar uppá hetta økið, verður mett, at tað fer at hýsa einum nýggjum gassævintýri vestan fyri Hetland í framtíðini. Vert er eisini at bíta merki, at somu feløg, Siccar Point og Ineos eru eisini partnarar í stóra oljufundinum Rosebank, sum ætlanin er at útbyggja. Tað liggur í sama umhvørvi.

Áhugavert er eisini at síggja úttalilsini hjá stjórunum í Siccar Point og Ineos um nýggja samstarvið, har stjórin í Siccar fegnast um samstarvið við Ineos í hesum komandi norðasta kolvetnislandslutinum vestan fyri Hetland og vísir á, at teir fara at bora ein leitibrunn her í næstu framtíð. Um somu tíð sigur stjórin í Ineos, at felagið hevur eina vón um at gerast ein týðandi leikari í økinum og vísir á, at nettupp hetta økið so langt norðuri kann fáa stóran týdning. Sí endurgeving av teirra útsøgnum í skotsku miðlunum:

Siccar Point Energy’s CEO Jonathan Roger:

'As licence operator we are excited to be moving forward in conjunction with Ineos to drill the Lyon Prospect. This represents an opportunity to unlock the material gas potential of the most northerly licenced area of the UKCS. We look forward to working with Ineos in this new exploration partnership and to operating our first exploration well.'

Geir Tuft INEOS Oil & Gas CEO:

'INEOS intends to become a significant player in this area. This deal confirms our aim to take a leading role to develop the Northern Gas Fields using the significant infrastructure investments already made West of Shetland. With the purchase of the DONG E&P business earlier in the year, INEOS took over a significant portfolio of producing assets and discoveries West of Shetland. It is clear that the Northern Gas Area holds further opportunities that could help unlock the development of those discoveries. The deal with Siccar complements our assets.'