Nýggj oljuavtala millum Maersk og danska statin ávegis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.03.2017 - 11:20

Oljan >

Danska oljuævintýrið tykist eftir øllum at døma at vera bjargað, sambært Berlingske, sum skrivar, at ein avtala er gjørd millum størstu fyritøkuna í Danmark, Maersk og danska statin um framtíðar oljuvirksemið í Norðsjónum. Sambært keldum hjá blaðnum skal Maersk gera eina íløgur uppá 30 mia. kr., sum so aftur fer at skapa 4000 nýggj arbeiðspláss. Avtalan fevnir m.a.  um ta nógv umrødda Tyrafeltið. Staturin hevur annars longu mist nógvar mia. kr. vegna minkadi oljuvirksemið. Nú er so bert eftirm at flokkarnir í Fólkatinginum góðtaka avtaluna. Tað fer at henda í næstum skilst.