Ein fegin Günther Newcombe, stjóri í OGA, Oil and Gas Athority, í Bretlandi við korti av økinum eystan fyri føroyska markið, har nýggj oljuleitiloyvi verða latin í næstum. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Nýggj oljuleitiloyvi eystan fyri føroyska markið latin í mai


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.05.2018 - 17:29

Oljan >

Tað ljóðar nú frá altjóða oljumiðlum, at latið verður upp aftur fyri nýggjari oljuleiting eystan fyri føroyska markið seinni í hesum mánaðinum. Talan er um úrslitið av 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum, sum lat upp og aftur í fjør, og har ikki færri enn 68 oljufeløg lótu inn 95 umsóknir. Sambært Energy Voice fer bretski oljumyndugleikin, OGA, Oil and Gas Athority, í næstum at kunngera, hvørji oljufeløg hava fingið tillutað loyvi og hvar.

30. útbjóðingin fevnir um fleiri ymisk øki á bretska landgrunninum, eitt nú stóra økið eystan fyri føroyska markið. Fyri føroyskar myndugleikar er tað eisini áhugavert at frætta, hvørji øki oljufeløgini eru áhugað í. Her verður serstakliga hugsað um øki, sum liggja tætt við markið.