Jørgen Niclasen, framsøgumaður Fólkafloksins undir 1. viðgerð á tingi av nýggjari oljuleiting. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Nýggj oljuleiting - ein spurningur um útboð og eftirspurning


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.03.2017 - 12:31

Oljan >


Í farnu viku var oljuleiting við Føroyar aftur á dagskránni í løgtinginum. Fyri fjórðu ferð síðani 2000 skal tingið viðgera eina nýggja útbjóðing til oljuleiting. Flestu av framsøgufólkunum fegnaðust undir 1. viðgerð um, at tað nú aftur verður farið at leita eftir olju á landgrunninum. Tann, sum varð mest krittiskur móti uppskotinum frá landsstýrismanninum í oljumálum og sáddi iva um fleiri tættir í útbjóðingini var Jørgen Niclasen, framsøgumaður fyri Fólkaflokkin.

Í síni framløgu ivaðist hann í, um hetta er rætta løtan at fara undir eina nýggja útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum, og um tað er rætt at bjóða eitt so stórt øki út í einum. Eisini metti hann tað vera rætt at umhugsa broytingar í oljuskattinum fyri harvið at økja um áhugan hjá oljufeløgunum at koma aftur til Føroya at gera íløgur. Jørgen Niclasen segði m.a.:

Er áhugi tilsteðar?

”Hetta uppskotið kemur í løgtingið, tí man vil royna at fara undir aftur oljuleiting við Føroyar. Men eg sakni at fáa at vita, um hetta verður gjørt, tí áhugin fyri at leita er tilsteðar. Onkuntíð fer man í gongd við nakað, tí man hevur fólk, sum ikki hava nakað at gera. Vita vit, um áhugin hjá oljufeløgunum er so mikið stórur, at tey veruliga vilja fara í gongd? Tá eg lesi uppskotið dugi eg ikki at síggja, at áhugin er har. Ein útbjóðing sum henda er ein spurningur um útboð og eftirspurning. Fara vit so at koma við einum útboði, og eingin vísir áhuga, hvat er tá vunnið,” spurdi Jørgen Niclasen.

Tað undraði eisini hann, um vit hyggja eftir kortinum, at tað vit ætla at bjóða út, er eitt enormt stórt øki, sum hann málbar seg.

”Tað er stórt sæð alt økið eystan og sunnan fyri Føroyar, umleið 30.000 ferkilometrar. Landjørðin telur bert 1400, so vit tosa her um einar 20-25 ferðir landjørðina í Føroyum, bara fyri at vísa støddina,” segði hann og helt fram:

”Merkir tað so, at eitt oljufelag kann søkja um alt økið, og finnur tað so olju, so fær tað alt? Vit minnast gongdina í Danmark, har politikararnir fyrst lótu øll rættindini til leiting og framleiðslu til eina fyritøku, fyri so seinni at iðra seg um hesa avgerð.”

Heldur Open Door enn útbjóðing

Jørgen Niclasen spurdi tí landsstýrismannin, hví man fer út og bjóðar ein so risastóran part av landgrunninum út í einum.

”Er tað tí, at tað er vissa fyri, at ein rúgva av umsøkjarum fer at koma til Føroya? Og hví brúkar man ikki heldur skipanina við ”Open Door”, har oljufeløgini sjálvi kunnu søkja um øki, sum tey halda eru áhugaverd, heldur enn at selja út eitt so mikið stórt øki. Eg havi ikki sjálvur svarið, men eg veit, at oljuprísurin er lækkaður nógv. Føroyski landgrunnurin er eisini rættiliga avbjóðandi og dýrur at leita í. Tískil er alt, sum sigur mær, at áhugin neyvan er stórur at gera boringar í løtuni. Men tað kann fara at broytast. Hevði tað tí ikki verið skilabetri at farið út við eini ”open door” kampanju, um áhugi er fyri at leita á Føroyagrunnunum? Sjálvur loyvi eg mær tó at ivast í, at har er nøkur kø av oljufeløgum, sum vilja sleppa at leita.”

Rætt at bora eftir olju

Tingmaðurin helt tað eisini vera eitt sindur øvugt, tá henda samgongan nú vil hava oljufeløg at bora eftir olju, tá hon um somu tíð vil hava, at alt skal snúgva seg um grøna orku.

”Eg havi so einki ímóti, at tað verður borað eftir olju við Føroyar. Eg haldi vit skulu gera, hvat vit kunnu fyri at finna oljuna, men vit skulu gera tað rætt. Tí er spurningurin: er tað ikki frægari at fara open door vegin heldur enn at bjóða eitt so risastórt øki út, sum so læsir okkum. Eg havi so ikki svarið, kanska landsstýrismaðurin kann leiðbeina.”

Framsøgumaður Fólkafloksins nam eisini við skattaviðurskiftini í sambandi leitiútbjóðing og framleiðslu og fegnaðist saman við Bjørt Samuelsen, framsøgufólk fyri Tjóðveldi um, at hesi fóru at verða viðgjørd í Vinnunevndini.

Royalty ein bremsa

”Í oljulóggávuni er sera áhugaverd skattalóg galdandi. Tað oljulóggávan leggur upp til, um olja verður funnin, er, at oljufeløgini skulu gjalda 2% í Royalty. Tað merkir, at av fyrsta liturinum, sum kemur upp, fara 2% beinleiðis til landskassan. Síggi at Føroya Oljuídnaðarbólkur sigur í sínum hoyringssvari, at Royalty eigur at verða avtikið.

Orsøkin er tann, at eitt oljufelag roknar út, hvat kostnaðurin er fyri at leita og útvinna og hvat tað síðani kann fáa í søluprísi. Tá er royalty í tí roknistykkinum ein rein rakstrarútreiðsla og kann vera munurin millum, um tað loysir seg at taka oljuna upp ella ikki. Hetta við at taka pengarnar inn longu frá fyrstu hond kann vera forðingin fyri, at feløg kanska ikki vilja leita og útvinna olju her, tí tað betalir seg ikki. Og hví betalir tað seg ikki! Jú tí man skal hava 2% frá fyrsta decilituri, sum kemur upp. Fyri meg er tað ein spurningur, um man ikki eigur at taka hesi 2% í royalty av. Tú fer inn skeiva vegin. Skattur eigur at vera av vinningi. Royalty er ein bremsa, serliga nú tá oljuprísurin er so lágur.

Optimistur

Jørgen Niclasen segði seg vera optimist og væntaði, at einaferð kemur oljan.

”Latið okkum fáa skattaviðurskiftini so greið sum til ber og umrøða tey áðrenn og ikki aftaná. Heldur enn at bjóða ein so stóran part av Føroyagrunninum út nú, so hví ikki brúka open door skipanina og har fáa at vita, um tað er áhugi fyri einum ávísum øki og bjóða og síðani tað út og fáa royndir gjørdar.”

Nú Jørgen Niclasen legði so stóra áherðslu á at avtaka royalty, so minti Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hann á, at tað eigur sjálvandi at koma landinum til góðar beinanvegin, at oljufeløgini fáa ein slíkan framíhjárætt sum leiti- og framleiðsluloyvi til partar av okkara undirgrund.

”Tað gagnar ikki nøkrum, um vit bara lata loyvi til oljufeløg, uttan at vit sjálvi fáa nakað burtur úr. Vit mugu finna ta góðu javnvágina, soleiðis at henda útbjóðing gagnar tí føroyska samfelagnum.

Jørgen Niclasen svaraði og segði seg vera samdan um, at sjálvandi skulu vit eisini hava nakað burtur úr. Men hann metti, at um vit tvíhalda um eitt avgjald sum royalty, so kann tað vera munurin millum, um nakar kemur ella ikki. Finnur man olju kann slíkt framleiðslugjald vera avgerandi, um man yvirhøvur fer at framleiða ella ikki.

Nógvar inntøkur longu

”Tá spurt verður, hvat landskassin fær burur úr kann eg bara vísa á, at hann fær m.a. allan skattin aftur frá fólkunum, sum eru á eitt nú pallum, og tað eru stórar upphæddir, sum eisini koma okkum til góða undir royndarboringunum. Vit hava kravt, at alt skal um føroyskan kaikant. Higani stava stórar inntøkur. Vit hava verið við í tyrluflutninginum osfr. Vit hava funnið nakrar doprar av olju, sum einki gav, men vit eiga at hugsa um alt virksemi, sum longu er skapt í hesi oljutilgongdini”, segði Jørgen Niclasen at enda.