Verður amerikanski landgrunnurin latin upp fyri oljuleiting, fer tað at geva arbeiði til seismikkfyritøkurnar, helst eisini PGS, sum eigur Ramform Titan, ið var í Føroyum í fjør. Thor hevur tætt samstarv við PGS

Nýggj oljuleiting í USA kann fáa týdning fyri føroyingar eisini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.01.2018 - 16:49

Oljan >

Verður álvari gjørdur av at fara undir oljuleiting á amerikanska landgrunninum, kann hetta fáa stóran týdning fyri seismisku vinnuna. Og nú fleiri  føroysk hjálpar- og veitingarskip eisini arbeiða innan hesa vinnu, kann hugsast, at eisini hesi fara at fáa nýggjar uppgávur út fyri amerikonsku stendurnar í framtíðini. Eisini arbeiða nógvir føroyingar umborð á seismikkskipum á øllum heimsins høvum.

Ætlanin hjá amerikanska forsetanum at lata stór øki á amerikanska landgrunninum, sum hava verið stongd fyri oljuvirksemi í heila takið, upp fyri oljuleiting, kann fáa stóran týdning fyri seismikkfeløg kring heimin. Her er talan um eina vinnu, sum annars hevur verið hart rakt av lækkingini í oljuprísinum og harvið minkandi íløgum í seismiskum kanningum. Nú kann nýggja ætlanin hjá Trump koma seismikkfeløgum sera væl við, tí talan kann gerast um sera stór øki, ið skulu kannast við seismikki. Millum hesum seismikkfeløg teljast eisini feløg, sum hava tilknýti til føroyska offshorereiðaríið Thor í Hósvík. Thor eigur fleiri skip, sum í dag eru hjálpar og veitingarskip hjá stóru seismikkskipunum. Eitt nú hevur Thor langtíðaravtalu við seismikkfelagið PGS, sum uttan iva fer at bjóða uppá nýggjar uppgávur á amerikanska landgrunninum.

Ætlaninar hjá amerikonsku stjórnini at lata upp fyri nýggjum leitiøkjum út fyri amerikonsku strendurnar møta stórari mótstøðu, ikki bara frá umhvørvisfelagsskapum men eisini frá lokalu stjórnunum í teimum ymsu strandastatunum. Henda mótstøða í eitt nú Florida hevur fingið Trump leiðsluna at taka aftur loyvi til leiting út fyri Florida við tí grundgeving, at hon kann órógva týðandi ferðavinnuna. Men eisini aðrir statir mótmæla harðliga, hóast leiting eftir olju kann geva teimum stórar inntøkumøguleikar og nýggj arbeiðspláss.

Verður latið upp fyri leiting í stórum pørtum av amerikanska landgrunninum, bæði eystan og vestan fyri, so fer tað eisini at geva arbeiði til veitingarfeløgini í oljuvinnuni, eitt nú seismikkfyritøkurnar. Norskir miðlar gera tí nógv burtur úr ætlanunum, nú Norra telist millum tey lond, ið eigur flest seismikkskip.Her kann tískil vera atgongd til ein spildurnýggjan marknað fyri seismikkflotan. 

Feløg, sum helst fara at liggja framvið, tá økini verða boðin út til oljuvinnuna, eru m.a. TGSPGS, CGG, Western Geco, GX Technology og Seabird. Umboð fyri PGS, sum hevur tætt samstarv við Thor í Hósvík, sigur sambært E24, at tey fylgja væl við í gongdini í USA. Kommunikatiónsstjórin í PGS, Bård Stenberg, sigur, at tað er trupult at gera ítøkiligar metingar av støðuni, nú so nógvur politikkur er við í hesum. Hann vísir tó á, at økini eru sera lítið kannað, og lítil og eingin seismikkur er skotin har. Tað ger, at her bráddliga vera møguleikar, sum eitt nú PGS kann bjóða seg fram til. “Um ætlanin hjá forsetanum og hansara umsiting verður til veruleika, so kann tað lata upp fyri nógvum nýggjum virksemi,” sigur Stenberg.

Hvørvítt hetta kann fáa týdning fyri skipini hjá Thor í Hósvík er ilt at meta um. Men nú felagið hevur langtíðarsáttmála við eitt nú PGS, so er ikki útilokað, at vit í framtíðini eisini fara at síggja skip hjá Thor arbeiða sum hjálpar- og veitingarskip hjá PGS seismikkskipum í amerikonskum farvatni. 

Eftir at oljuprísurin lækkaði munandi í 2014 hava oljufeløgini verið sera varin við at gera nýggjar íløgur í eitt nú oljuleiting. Í USA hevur man tí heldur valt at brúka pening uppá skifurleiting og framleiðslu á landi. Meira enn 60% av íløgunum fóru til skifuroljuvirksemi í 2017. Hetta talið kann fara at vaksa til 70% í 2018. Hvussu upplating av nýggjum leitiøkjum til havs kann ávirka hesa gongd er tó ilt at siga.