Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum er sannførdur um, at oljan fer at verða funnin, nú øki aftur verða boðin út til oljuleiting. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Nýggj oljuleiting væl móttikin á løgtingi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.03.2017 - 19:17

Oljan >

Skulu vit døma eftir útsøgnunum á tingi frá nærum øllum floksumboðunum, ið høvdu orðið, tá 4. útbjóðingarumfar til oljuleiting við Føroyar varð til 1. viðgerð í gjár, so verða dyrnar skjótt aftur latnar upp fyri altjóða oljufeløgum at leita eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum.

Tingfólk tóku sum heild sera væl ímóti uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í oljumálum saman við Jarðfeingi, hevur evnað til. Onkur helt fyri, at tað er hugaligt nú aftur at fáa oljuna á dagsskránna, nú henda í so stóran mun hevur verið merkt av fiski.

Tingfólk hildu tað eisini vera rætt at leita eftir, finna og troyta ta dýrabara tilfeingið, sum kolvetni eru, hóast tað samstundis eisini verður strongt á at menna varandi orkukeldur. Tørvur er á báðum.

Flestu tingfólk, sum høvdu orðið, vóru annars sannførd um, at olja og gass eru at finna í rakstrarverdum nøgdum í føroysku undirgrundini. Reyði tráðurin í orðaskiftinum var eisini ein ikki sørt lovprísan av oljutilgongdini higartil, har tað má ásannast, at hóast vit ikki hava funnnið oljuna, so hava føroyingar ment eina veitingarvinnu, ið vit øll kunnu vera sera errin og stolt av, eina vinnu, sum hevur skapt meira enn túsund arbeiðspláss og sum hevur givið stórar inntøkur til samfelagið. Her varð serstakliga lagdur dentur á stóra bragdið, tá risastóri boripallurin, West Hercules, kastaði akker á Skálafjørðinum fyri at verða umvældur. Við tí hendingini vístu føroyingar, at vit megna hetta handverkið eisini og kunnu vit uttan at smæðast bjóða okkum fram sum veitarar til altjóða oljuvinnuna, heima sum burturi.

Meðan umboðini fyri flest allar flokkar á tingi, bæði í samgongu og andstøðu, tóku væl ímóti uppskotinum um ikki einans 4. útbjóðing men eisini tær komandi 5. og 6. útbjóðingarnar, sum sambært viðmerkingunum til uppskotið eru á tekniborðinum, so ivaðist framsøgumaðurin hjá fólkaflokkinum í, um tað var rætt at bjóða eitt so risastórt øki uppá 32.000 ferkilometrar út í einum og spurdi, um tað kanska ikki hevði verið skilabetri at ment og brúkt ”open door” skipanina, har tað meira er upp til oljufeløgini sjálvi at meta um, hvørji øki tey ynskja at leita á. Hinvegin hildu flestu av framsøgufólkunum tað vera rætt við eini útbjóðing sum júst hesari, og løgdu dent á, at tað hevur alstóran týdning at raðfesta marknaðarføringina høgt. Jarðfeingi og UVMR fingu rós fyri eina sera gjølliga og greiða frágreiðing um oljutilgongdina og nærlagda arbeiði hjá fólkunum á Jarðfeingi bæði at búna nýggj leitimið við at tulka ymsar dátur av nýggjum og marknaðarføra hesi á altjóða fakmessum.

Samanumtikið kann sigast, at umboðini fyri allir flokkar á tingi vóru sera jalig fyri komandi útbjóðing, tey ivast ikki í, at oljan finst, tað ræður um at finna og troyta hana, samtíðis sum fyrilit verða tikin til bæði fiskivinnu og umhvørvi. Farið varð ikki so nógv inn í smálutir í lógaruppskotinum í hesi viðgerðini, men semja varð um at fylgja málinum upp í Vinnunevndini og har viðgera ymsu uppskotini, sum eru komin inn frá pørtum í málinum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum endaði orðaskiftið, fegnaðist um undirtøkuna og ivaðist ikki sjálvur í, at tað er rætt nú aftur at fara undir eina útbjóðing, tí kolvetni eru í undirgrundini. Hann staðfesti, at ein móttøka fyri altjóða oljufeløgum í London í fjør, hevði givið sær ta greiðu fatan, at áhugi er fyri at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Sjálvur var hann ovfarin av, hvussu mong oljufeløg høvdu sent umboð til móttøkuna, ið hevði til endamál at greiða frá 4. útbjóðingini.

Tað var annars hansara meting, at tíðin er ikki komin til at gera kolveltandi broytingar í treytunum men heldur at halda fram á nøkunlunda somu kós, sum er stungin út í kortið til tær undanfarnu útbjóðingarnar. ”Eg haldi vit eiga at hava eina stabila støðuga skipan. Henni koma vit longst við,” helt landsstýrismaðurin fyri.

Oljan.fo, sum fylgdi orðaskiftinum, fer í komandi greinum at nema við nøkur av teimum sjónarmiðjunum, sum komu til sjóndar undir 1. viðgerð. Eisini fara vit at fylgja við, tá málið kemur aftur til tingið til 2. viðgerð. Neyðugt verður at samtykkja uppskotið innan 4. útbjóðingarumfarið verður latið upp alment á FIEC ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum 17. mai.