Hanna Jensen, framsøgufólk fyri Framsókn helt tað vera skilagott at arbeiða við trimum útbjóðingum við langtíðarplanlegging fyri eygað.

Nýggj oljuleiting: Varðveitið eina støðuga skipan


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.03.2017 - 16:45

Oljan >


Hóast øll framsøgufólkini tóku undir við, at Føroyar skulu fara undir aftur nýggja oljuleiting, tá uppskot varð til 1. viðgerð í farnu viku, so vóru framsøgufólk ymisk á máli um, hvussu best skal farast fram. Um somu tíð sum framsøgumaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, helt tað vera rætt at endurskoða avgjalds- og skattaskipanir, so helt framsøgukvinnan hjá Framsókn, Hanna Jensen, at vit eiga at varðveita eina og somu støðugu skipan, tí hon gevur eina rætta javnvág millum land og oljufeløg. Hanna Jensen fegnaðist um, at landsstýrismaðurin fer miðvíst fram og leggur upp til ikki bert eina nýggja útbjóðing men heilar tríggjar útbjóðingar komandi árini.

Miðvísar ætlanir

”Mær tykir sum at landsstýrismaðurin við hesum uppskoti veruliga ætlar at fara undir eina miðvísa 4. útbjóðing og haraftrat eitt framtíðar útbjóðingarvirksemi, sum eisini fevnir um eitt 5. og eitt 6. útbjóðingarumfar. At hann vil fara undir eina víðari tilgongd heldur enn at velja eina avmarkaða ”open door” skipan, sum onkur framsøgumaður hevur mælt til, meti eg eisini vera tað rætta, um man heldur, at Føroyar skulu hava eina oljuvinnu.”

Hanna Jensen segði seg kunna taka fult undir við tí eina uppskotinum, sum broytir áramálið at søkja um víðkan av loyvum úr 2 upp í 4 ár. Hetta fyri at gera tað smidligari at umsita og annars laga loyvini til galdandi treytir.

Jarðfeingi á skilagóðari kós

Hon útgreinaði síðani nakrar av tættunum í sjálvum uppskotinum til 4. útbjóðing.

Hanna Jensen helt tað m.a. vera rætt at varðveita kaikantin til frama fyri føroyska veitingarvinnu. Hon kundi eisini taka undir við, at vit skulu vera miðvís í førleikamenningini og vísti á, hvussu nógv og ymiskt kom burtur úr førleikapengunum øll tey fyrstu árini.

Hon helt tað eisini vera eitt sera spennandi arbeiði, sum Jarðfeingi hevur gjørt við nýggjum leitimyndli á Føroyaøkinum og sum altjóða áhugi er fyri og nevndi eisini Hetlandsrennuna, har nýggj kortlegging verður gjørd.

”Sum eg skilji, so er tað sera jaligt, at tú nú kann brúka alla ta nýggju vitanina frá boringunum, nú hon er tulkað av nýggjum, og at oljufeløg, sum hava áhuga, nú við nýggjum brillum kunnu fara inn aftur í somu øki, ið áður hava verið boðin út eystan fyri Føroyar.

Skulu vit veruliga fara inn á henda hátt við nýggjum umførum til tess einaferð í framtíðini at útvinna olju við Føroyar, so er tað eisini rætt at fara eftir teimum økjunum, har okkara vitan er avmarkað.” Her sipaði hon m.a. til øki, sum verða boðin út í 5. og 6. útbjóðing.

Hanna Jensen vísti á, at í Føroyum hava vit nógvar ymsar hugsanir um oljuleiting og framleiðslu. Bæði tað at vit ikki skulu fara eftir oljuni og heldur fara grønu leiðina og hugsa meira um umhvørvið. Men so hava vit eisini hin spennandi vinnuliga vinkulin á oljuvinnu, sum hon vónaði fer at koma aftur, nú landsstýrismaðurin vísir vilja til tess.

Hon segði seg eisini vera samd við uppskotsstillarunum um, at tað neyvan verða tey 2% í royalty, sum koma at vera tann avgerandi faktorurin, um oljufeløg fara at søkja ella ikki.

Rætt við støðugari skipan hóast forðingar

”Vit vita, at Føroyar eru eitt trupult øki, og vit vita, at í kappingini í dag, har oljuprísurin hevur verið lækkandi og har veðurviðurskiftini við stórum dýpum og tjúkkum basalti eru ein forðing, har standa vit kanska ikki so øgiliga væl, men eru vit miðvís, soleiðis sum hetta uppskotið er orðað og vísa, at vit hava langtíðar planlegging við í okkara ætlanum, so taki eg faktiskt undir við, at man heldur seg til ein stabilan, støðugan politikk á økinum og ikki feiðar borðið fyri inntøkur til landið men fer javnt til verka. Eg taki undir við, at man heldur seg til tær reglur, sum eru galdandi í dag, hóast tað eru tey, sum halda, at tað júst er nú, at man skal skunda sær at tillaga viðurskiftini. Eg haldi vit við hesum uppskoti hava eina góða javnvág, tí hetta er okkara umhvørvi, og vit hava annað virksemi á staðnum. Tað er regulerað rættiliga væl, hvussu tað ikki skal órógva hvørt annað.

Tað er sjálvandi gott, at Vinnunevndin kann taka kjakið um avgjøld ol. upp. Sjálv haldi eg tað er spennandi ein dag sum í dag aftur at kunna viðgera oljuvinnuna, á sjálvum kvinnudegnum, sum fylti so ómetaliga nógv, tá eg á sinni flutti heimaftur eftir útbúgving við stórum samfelagsáhugamálum.

Alt vinnuligt virksemi er kærkomið. Tað er gott, at vit hava vitan á økinum og líkasum kunnu trýsta á ”play” aftur innan teir karmar, sum henda vinnan gevur okkum.”