Økið, sum verður boðið út til oljufeløgini at leita eftir kolvetnum, er eystan fyri Føroyar.

Nýggj oljuleiting við Føroyar fyri tingið 8. mars


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.03.2017 - 10:16

Oljan >

Ein nýggj útbjóðing til leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum er nú komin eitt týðandi stig nærri. Lógaruppskot til  4. útbjóðing eru nú komin í tingskránna og er 1. viðgerð sett til at vera tann 8. mars tvs. um eina viku. Talan er um tvey lógaruppskot:

Løgtingsmál nr. 63/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kolvetnisvirksemi (Heimild at leingja leitiloyvi við upp til 4 árum).Málið verður beint í Vinnunevndina

Løgtingsmál nr. 72/2016: Uppskot til løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Málið verður beint í Vinnunevndina.

Tað er Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum hevur lagt málini fyri tingið. Saman við uppskotunum eru trý hoyringssvar, frá Oljuvinnufelagnum, FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki) og Fíggjarmálaráðnum.

Jarðfeingi, sum annars stendur fyri útbjóðingini, fer at skipa fyri eini ráðstevnu, FIEC, Faroe Island Exploration Conferance, í mai mánað. Tá fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, alment at lata upp fyri 4. útbjóðing. Roknað er við at útlendskir granskarar og umboð fyri fleiri altjóða oljufeløg fara at luttaka á ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 16. til 18. mai. Skráin fyri ráðstevnuna sæst á heimasíðuni hjá Jarðfeingi, www.jf.fo.

Lógaruppskotini og hoyringssvarini eru almenn og finnast á heimasíðuni hjá løgtinginum.

Í høvuðsheitum kann sigast, at lógargrundarlagið undir komandi 4. útbjóðing er sera líkt teimum undir 1., 2. og 3. útbjóðingunum. Onkrar broytingar eru tó gjørdar, soleiðis at tað verður smidligari hjá bæði myndugleikum og oljufeløgum, sum søkja, at umsita loyvini.