Nýggj tøkni mennir oljuframleiðslu nær føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.12.2017 - 21:49

Oljan >


Tað var í 1977, at bretska oljufelagið BP fann eina av heimsins størstu oljukeldum, Clair, sum verður mett at goyma upp til 10 mia. tunnur av olju. Henda keldan liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Nú 40 ár seinni arbeiðir BP, sum er fyristøðufelag, við  at taka í brúk kolveltandi nýggja tøkni, sum fer at skapa nýggjar møguleikar á hesum stóra oljufeltinum. Talan er um slóðbrótandi 4D seismiska tøkni, sum skal hjálpa BP at skilja betur og økja um oljugoymslurnar í undirgrundini. Tøknin kann eisini koma sera væl við hjá BP aðrastaðni í heiminum. Talan er um at fáa nógv betri og sjónligari seismisk data til vega, sum kunnu fáa stóran týdning fyri torskild oljufelt so sum Clair.

BP hevur ment nýggju tøknina saman við oljufeløgum so sum Shell, ConocoPhillips og Chevron.Úrsltið av tøknimenningini verður tøkt tíðliga í komandi ári. 

Clair oljukeldan fór undir framleiðslu í 2005 við fyrstu útbyggingini ætlað at fevna um 300 mió. tunnur av olju og aðru útbyggingini nevnd Clair Ridge við 640 mió. tunnum.

Arbeitt verður við at fara undir fleiri útbyggingar á hesum feltinum, og tí kemur 4D seismikkurin sera væl við.