Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum, Rigmor Dam her saman við Wilhelm Petersen, stjóra á Vinnuháskúlanum í sambandi við, at skúlin tók í nýtslu nýggjan undirvísingarútbúnað. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Nýggj útbúgving fyri maskinmeistarar á veg


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

11.03.2017 - 12:44

Oljan > Vinna & Tøkni > Sjóvinna


Nú kunnu føroyingar, ið ynskja at fara maskinmeistaraleiðina, byrja at gleða seg. Tí ein spildurnýggj og tíðarhóskandi útbúgvingarskipan er ávegis til teirra, sum ætla sær á Vinnuháskúlan í Havn at læra til maskinmeistara. Hon er meinlík henni fyri navigatøraspirantar, sum nú hevur verið roynd í tvey ár við góðum úrsliti.

Byrjaðu i 2015 við nýggjari aspirantskipan

Í august 2015 varð ein nýggj aspirantskipan sett í verk á Vinnuháskúlanum, ikki sørt av eini nýggjari kolvelting á skúlanum, sum hevur eina langa søgu í føroyskum maritimum útbúgvingarhøpi og harvið eisini havt alstóran týdning fyri føroyska samfelagið sum heild.

Hetta er ein aspirantskipan fyri navigatørar. Nýggja skipanin hevur til endamáls at savna og effektivisera sigling og lestur soleiðis, at tá ið tann lesandi fær sítt prógv eftir lokna skúlagongd, fær hann/hon samstundis sítt fyrsta vinnubræv. Við tað, at siglingartíðin er partur av eini samlaðari skipaðari gongd, verður siglingartíðin stytt úr 36 mánaðum niður í 12 mánaðar. Fyrstu tíðina skiftir næmingurin ímillum skúlagongd og sigling, til 12 mánaðar siglingartíð er nádd. Vinnuháskúlin hevur tikið aspirantar inn í tveimum umførum, og verða aspirantar aftur tiknir inn at byrja í august í ár. Samanumtikið kann sigast, at skipanin hevur virkað væl, sigur Wilhelm Petersen, stjóri.

Tá ið skjøtul varð settur á arbeiðið við aspirantskipanum varð fráboðað, at skiparaaspiranturin skuldi setast í verk fyrst, og síðan skuldi maskinmeistaraaspiranturin raðfestast næst. Arbeitt hevur verið eftir hesi ætlan, soleiðis at ein ætlan nú liggur klár fyri maskinmeistaraaspirantin, sigur stjórin. Tað eru sjálvandi smálutir, ið skulu uppá pláss, men sjálvt modellið er klárt.

Byrja á verkstaðsskúla

Ein maskinmeistaraaspirantur byrjar vanliga við einum verkstaðsskúla, har hann/hon lærir alt vanligt maskin- og elhandverk í eitt ár fyri síðan at fara í starvsvenjing í eitt ár. Soleiðis verður eisini við maskinmeistaraaspirantunum á Vinnuháskúlanum. Aspirantskipanin er løgd til rættis eftir altjóða rætlingslinjum (STCW) og í samráð við avvarðandi myndugleikar.

Ætlanin er, at eitt ára starvsvenjingin verður skiftivís á sjónum og á landi. Fyri at fáa vinnubræv sum maskinmeistari, er tað eitt krav, at minst 6 mánaðir er relevant siglingartíð. Hetta kemur at viðføra, at tá ið maskinmeistaraaspiranturin er liðugur á Vinnuháskúlanum, fær hann samstundis vinnubræv sum maskinmeistari á sama hátt sum skiparaaspiranturin.

Tá ið verkstaðskúlin og fyrsti partur av starvsvenjingini eru gjøgnumførd, verður byrjað á sjálvum skúlanum við teimum ástøðiligu tøkniligu lærugreinunum, saman við vanligu næmingunum. Tá ið líður ímóti endanum av lestrinum, verður síðsti partur av starvenjingini gjøgnumførdur. Á henda hátt fær tann lesandi sett ástøðina í rætta samanhang.

“Hetta síggja vit á Vinnuháskúlanum sum eitt munandi framstig fyri munadygdina og góðskuna á maskinmeistaraútbúgvingini,” sigur Wilhelm Petersen.

Menna tøkniliga útbúnaðin

Hann vísir annars á, at Vinnuháskúlin seinastu árini hevur ment tøkniliga útbúnaðin á øllum økjum, soleiðis at næmingar og lærarar nú hava best hugsandi umstøður at virka undir sammett við skúlar um okkara leiðir.

Eftir ætlan verður nýggja aspirantskipanin fyri maskinmeistarar sett í verk í ár.

“Hesar báðar aspirantskipanir eru sera týdningarmiklar í dagføringini av okkara útbúgvingum. Vinnuháskúlin kann soleiðis bjóða somu útbúgvingar, sum aðrir skúlar vit vanliga sammeta okkum við, sigur Wilhelm E. Petersen, stjóri at enda.