Nýggjar vónir fyri oljuleiting í Rockall lægdini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.02.2017 - 09:07

Oljan >

Jarðfrøðingar frá Lærda háskúlanum í Aberdeen hava nú kannað seinasta seismikkin, sum er skotin sunnan fyri Føroyar og vestan fyri bretsku oyggjarnar í sokallaðu Rockall lægdini og hava út frá hesum kanningum gjørt sær nýggjar vónir um framtíðar oljuleiting í økinum. Talan er um seismikk, sum bretsku myndugleikarnir, ”Oil and Gas Authority (OGA), hava staðið fyri. Bretska stjórnin hevur fíggjað seismikkin, sum er latin ókeypis til oljufeløg, ið kunnu hugsast at vilja vera við í oljuleitingini í økinum.

Higartil eru 12 brunnar boraðir í økinum. Av hesum var bert tann eini eitt gassfund. Tó er eisini eitt oljufund gjørt í økinum fyri nógvum árum síðani. Einki av hesum eru mett sum rakstrarverdug. Men tey hava so kortini givið myndugleikunum so mikið av vónum, at stjórnin hevur mett tað vera rætt at brúka hundraðtals mill. til at skjóta seismikk í økinum.

Fólkini frá "University of Aberdeen", sum hava staðið fyri seinastu kanningunum, siga í síni niðurstøðu, at fleiri orsøkir eru til, at Rockall økið hevur verið so undirmett av bæði myndugleikum og oljufeløgum. Fyri tað fyrsta hevur grundarlagið fyri tulkingini av sjálvum basenginum verið skeivt, harnæst hava veðurlíkindini verið ein stór avbjóðing umframt mangul av infrastrukturi, nú økið er so fjarskotið. Alt hetta hevur gjørt, at lítil og eingin leiting hevur verið.

Tað var Nick Schofield frá deildini fyri jarðfrøði og oljujarðfrøði, sum stóð á odda fyri kanningunum, ið fingu stuðul uppá 2,5 mill. frá OGA, ið roynir at marknaðarføra oljuleiting í útjaðaraøkjum á bretska landgrunninum.

”Rockall lægdin er er eitt av teimum mest avbjóðandi umhvørvunum á jørðini, tá talan er um oljuleiting. Við at kanna seismikkin frá OGA og PGS (Petroleum Geo-Services) og við at samanbera við vitanina vit hava frá okkara arbeiði í Faroe-Shetland Basin (lægdini) komu vit eftir, at tulkingin av økinum bygdi á skeivar metingar, sigur Schofield. Hann vísir á, at neyðugt er at hugsa øðrvísi, og at olja og gass eru at finna aðrstaðni enn fyrr hildið. Kanningarnar fara nú at halda fram við tí fyri eygað at skapa betri grundarlag fyri oljuleiting í økinum í framtíðini. Onnur feløg, sum hava verið við til at skjóta seismikk í økinum eru Geo Partners og Spectrum Geo.

Nick Richardson, leiðari fyri”Exploration and New Ventures” hjá OGA, sigur, at hildið verður fram við at fáa nýggjan seismikk til vega og tulka hann saman við arbeiðinum hjá hægri lærustovnunum til tess at fáa lív í aftur leitingina á umrøddu økjum.

Økini, sum talan er um, liggja sunnan fyri føroyska markið, so tað er greitt, at henda seinasta vitanin og framtíðar kanningar, fara sum so eisini at hava týdning fyri oljuleiting í tí syðra partinum av føroyska landgrunninum. Vitan frá seismikki og vónandi eisini komandi boringum á bretskum øki tætt við føroyska markið kunnu fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting í Føroyum. Her serstakliga í sambandi við komandi leitiútbjóðingarnar í 2019 og 2021, sum Jarðfeingi longu so smátt er við at kortleggja.