Lyon leitimiðið, sum nú skal borast, liggur heilt har norðuri nærhendis gasskeldunum Tobermory og Bunnehaven. Siccar Point hevur keypt allar ognirnar hjá OMV, har tær flestu liggja tætt upp at føroyska markinum

Nýggjur gasslandslutur nær Føroyum nærkast


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.12.2017 - 14:25

Oljan >

Eitt týðandi stig í sambandi við at fyrireika bygging av einum nýggjum gasslandsluti nær føroyska markinum, 90 fjórðingar í ein útnyrðing úr Hetlandi, varð tikið hesa vikuna, tá oljufelagið Siccar Point Energy lat inn umsókn til bretskar myndugleikar um loyvi til at bora ein leitibrunn á Lyon leitimiðinum.

Tað var í farna mánað, at oljufelagið kunngjørdi, at tað hevði gjørt eina avtalu við borifelagið ”North Atlantic Drilling” um at leiga pallin West Hercules til at bora Lyon leitimiðið í vár. Jarðfrøðingarnir hjá Siccar Point vóna, at boringin kann skapa grundarlag fyri eini stórari útbygging, sum fer at minna ikki sørt um gassútbyggingina hjá Total, Laggan Tormore, longur syðri á Atlantsmótinum. Hetta var tann fyrsta gassútbygging á Atlantsmótinum og fevnir í dag eisini um gasskeldurnar Glenlivet og Edradour.

”Northern Gas Area”
Tað, sum stuðlar uppundir henda útviklingin, er tann sannroynd, at tað longu eru funnar fleiri smærri gasskeldur í hesum økinum, sum hevur fingið heitið ”Northern Gas Area”. Um boringin av Lyon leitimiðinum einaferð í mai ella juni er væleydnað, so verður Lyon-keldan kjarnin í eini sonevndari ”Hub” útbygging, haðani íbindingar verða gjørdar til hinar gasskeldurnar í grannalagnum, Tobermory, Bunnehaven og Gragganmore. Saman verða hesar fýra gasskeldurnar mettar at skapa eitt lønandi grundarlag undir eini útbygging.

Áhugavert er at fylgja søguligu gongdini í hesum málinum. Tí fyrrverandi eigararnir av gasskeldunum høvdu onga ítøkiliga ætlan um at gera íløgur í útbygging í hesum fjarskotna økinum á Atlantsmótinum, har eingin infrastrukturur er til steðar. Men tá oljufeløgini Siccar Point og Ineos herfyri keyptu ognirnar hjá táverandi eigarunum OMV og DONG, broyttist henda støðan beinanvegin.

Stutt eftir keypið av ognunum hjá OMV vestan fyri Hetland og í Norðsjónum gjørdi leiðslan í nýggja og lutvíst stóra oljufelagnum Siccar Point Energy av burturav at varpa ljós á ognirnar vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar. Tað gjørdi av at selja ognir í Norðsjónum frá, soleiðis at tað kundi brúka alla sína orku uppá nýggju olju- og gassleiðirnar á Atlantsmótinum. Millum hesar leiðir telist eisini Lyon gassleitimiðið. Hitt oljufelagið, sum brádliga gjørdist partur av oljuleiting og framleiðslu á Atlantsmótinum, var Ineos, sum keypti upp ognirnar hjá danska DONG.

Miðvís strategi
Eftir øllum at døma ætla hesi nýggju feløgini ikki at liggja á sínum nýggju loyvum. Leiðslurnar hava við undirtøku frá sínum eigarum sett upp eina sera virkna íløgustrategi, har miðjað verður móti at bora brunnar við tí fyri eygað at byggja út olju- og gassfelt skamt frá føroyska markinum.

Soleiðis frættu vit fyri ikki so langari tíð síðani, at Siccar Point hevði leigað ein boripall at bora ein avmarkingarbrunn á stóru Cambo oljukelduni, sum liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Og nú skriva altjóða oljumiðlar so, at Siccar Point er farið enn eitt stig víðari og hevur søkt myndugleikarnar um loyvi at bora ein leitibrunn á Lyon gassleiðini longur norðuri.

Vert er her at hava í huga, at oljufelagið Ineos, sum keypti Dong ognirnar, herfyri keypti 66,6% av Lyon-loyvinum frá Siccar Point, sum tó framvegis er fyristøðufelag. Hetta varð gjørt fyri at spjaða váðan og fyri at fáa størri fíggjarliga orku til at bora og seinni útbyggja. Ineos er nú eigari í øllum fýra gasskeldunum, sum Siccar Point er fyristøðufelag fyri.

Áhugavert fyri Føroyar
Fyri leiting og framtíðar framleiðslu á Atlantsmótinum er henda søla sera áhugaverd. Tí hon vísir, at hesi bæði nýggju og lutvíst stóru oljufeløgini, veruliga trúgva uppá eina olju- og gassframtíð í hesum rættiliga fjarskotna økinum, tætt við føroyska landgrunnin. 

Tað gevur týðandi ábendingar um, at øki nærhendis Føroyum nú eftir øllum at døma verða raðfest nógv hægri enn áður. Tað átti at verið hugvekjandi fyri føroyskar myndugleikar eisini og fyri føroysku veitingarvinnuna, sum kann hugsast at vilja fáa ein bita av køkuni, tá nýggj leiting og helst eisini útbyggingar fara fram so nær Føroyum. Okkum kunnugt royna fleiri føroyska fyritøkur alla tíðina at fylgja við gongdini hinumegin markið og leggja bilett inn har eisini.