Oljufundini og vónirnar til nýggj fund í bretskum øki liggja í stóran mun tætt upp at føroyska markinum, har nýggj leitiútbjóðing verður í næstum.

Nýggjur seismikkur varpar nýtt ljós á Atlantsmótið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

05.04.2017 - 07:36

Oljan >


Fyri góðum ári síðani tók bretska stjórnin eina heldur óvanliga avgerð í sambandi við oljuvirksemið á bretska landgrunninum. Avgjørt var at seta fleiri hundrað milliónir kr. á fíggjarlógina til at fíggja nýggjan seismikk eitt nú í útjaðaraøkjum, har mett verður at nógv olja liggur goymd í undirgrundini, og síðani lata oljufeløgum seismikkin ókeypis. Her er so eisini talan um øki, sum liggja tætt upp at føroyska markinum vestan fyri Hetland. Endamálið við hesi avgerð varð at birta upp undir aftur áhugan hjá oljufeløgum at gera íløgur í oljuleiting m.a. á Atlantsmótinum tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar.

Tá 29. útbjóðingin lat upp í fjør fingu oljufeløg umrødda seismikk ókeypis og hevur hetta eftir øllum at døma gjørt, at nógv oljufeløg hava søkt um leitiloyvi í økjum, har leiting hevur verið avmarkað. Herfyri vórðu so latin nýggj leitiloyvi í hesi útbjóðing til íalt 17 oljufeløg. Eitt heldur óvanligt úrslit, nú lágur oljuprísur hevur lagt lok á leiting sum heild.

Nú um dagarnar frættu vit, at Shell og BP hava fingið tillutað fleiri nýggj leitiloyvi í seinastu útbjóðingini, og at hesi loyvi liggja tætt upp at føroyska markinum. Viðmerkjarar í Bretlandi vilja vera við, at hetta kemst av, at feløgini hava fingið nýggjan seismikk at arbeiða við, og at leititreytirnar eru vornar gjørdar lagaligari.

Í dag frættist so, at oljufelagið Parkmead, sum er rættiliga virkið vestan fyri Hetland, hevur økt um sín leiklut í loyvunum í teigi 205/13 í Hetlandsrennuni, ella leitimiðini Sunda North og Sunda South, sum eisini liggja nær føroyska markið. Fyrr átti tað 56% í hesum loyvum, men nú hevur tað 100% eftir keyp frá hálendska felagnum Dyas. Felagið upplýsir, at tað út frá nýggjum seismikki og nýtulking av boridata sær uppaftur meira ljóst uppá hetta leitiøkið, sum liggur norðan fyri stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven, og sunnan fyri gasskeldurnar Laggan Tormore. Mett verður at her liggja goymdar upp ímóti 300 mill. tunnur av olju.

Stjórin í Parkmead, Tom Cross, sigur við Energy Voice, at tey eru sera fegin um at hava keypt størri part av Sanda-prospektunum, sum kunnu økja munandi um virðið á felagnum.

Ávirkan á føroysku útbjóðingina?

Ein kann nú spyrja, hvørja ávirkan gongdin á bretskum øki á Atlantsmótinum kann hava fyri komandi leiting í Føroyum. Kann vaksandi áhugin fyri leiting eystan fyri føroyska markið og áhugin fyri at keypa seg inn í leitiloyvi har, ávirka leitiáhugan á føroyskum øki henda ella handa vegin? Kann hann t.d. gera, at oljufeløg heldur vilja brúka íløgurnar til leiting og útbygging í bretskum øki? Ella kann vaksandi virksemið bæði við leiting, nýggjum fundum og útbyggingum smitta av uppá Føroyaøkið eisini? Eins ov tað hevur gjørt áður? Vit skulu ikki gloyma, at jarðfrøðingar hjá fleiri av oljufeløgunum síggja alt Atlantsmótið sum eina oljuprovins/landslut, tvs. alt økið millum Hetland til Føroya.

Um so er at nýggjur seismikkur, sum bretska stjórnin hevur fíggjað og latið oljufeløgum ókeypis, ger undirgrundina tætt upp at føroyska markinum meira áhugaverda, so er væl rætt og náttúrligt at útleiða av tí, at áhugaverdu økini bretskumegin eftir øllum at døma eisini kunnu halda fram inn á føroyska landgrunnin. Og tað kann so møguliga aftur medvirka til, at oljufeløg tí eisini fara at vísa komandi leiting við Føroyar áhuga.

Allar tær útbyggingar eystan fyri føroyska markið, sum longu eru gjørdar, tær, sum verða gjørdar nú og tær, sum liggja á tekniborðinum, hava eftir øllum at døma stóran týdning fyri føroyska leiting eisini. Tær eru nevniliga týðandi infrastrukturur í økinum. Og oljufeløg síggja helst, at tað longu finst infrastrukturur, tvs. framleiðslustøðir og rørleiðingar í einum øki, har tey skulu til at søkja um nýggj leitiloyvi. Vitandi at eingin infrastrukturur er í føroyskum øki, so er greitt, at slíkur í bretskum øki nær markinum kann hava stóran týdning fyri tey, tá tey søkja um leitiloyvi við Føroyar. Tá vil nevniliga vera møguleiki fyri at binda í verandi framleiðslueindir í bretska grannalagnum heldur enn at skula gera stórar íløgur í infrastruktur á føroyska landgrunninum so sum at byggja kostnaðarmikið framleiðsluskip ella leggja rørleiðingar til lands. At tað í framtíðini fer at bera til at knýta fund á føroyskum øki í framleiðandi oljukeldur bretsku megin markið kann fáa týdning fyri føroyska oljuleiting. Longu nú framleiða fleiri olju- og gasskeldur nær markið, og ætlanin er at fara undir aðrar útbyggingar í framtíðini tætt við markið eisini.

Eingin ivi er um, at tað verður spennandi at fylgja gongdini í komandi leitingini á føroyska landgrunninum. Í hesum døgum leggur løgtingið seinastu hond á lógaruppskot um nýggju útbjóðingina. Eftir 1. viðgerð at døma so fer hetta málið helst at fáa undirtøku frá øllum flokkum. Ósvaraði spurningurin er tó enn, hvussu endaligu treytirnar til oljufeløgini fara at síggja út. Lagt er so upp til ikki at gera tær stóru broytingarnar.

4. útbjóðing verður latin upp á Fiec ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum 17. mai av Poul Michelsen, landsstýrismanni.