Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Nú um dagarnar bórust tíðindini um eitt stórt nýtt oljufund skamt frá føroyska markinum í ”Lancaster stórøkinum”. Tað liggur sunnan fyri tær báðar framleiðandi oljukeldurnar, Foinaven og Schiehallion.
Í sama grannalag, eitt sindur longur norðari fer stórhending fram í næstum, tá risastóra oljuframleiðsluskipið ”Glen Lyon” verður tikið í brúk. Skipið, sum er eitt sokallað FPSO skip, ið kemur at liggja á staðnum næstu 20-25 árini, verður í løtuni gjárt klárt til framleiðslu frá Schiehallion og Loyal oljukeldunum. Henda oljuleiðin hevur nú fingið navnið ”Quad 204”. Hetta spildurnýggja framleiðslu- og goymsluskipið avloysir eitt annað og minni skip, ið hevur ligið á hesi oljuleiðini síðani 1998. Umframt nýtt og størri framleiðsluskip er talan eisini um útbygging og nútímansgerð av framleiðsluútbúnaðinum á havbotninum. Ætlanin er at fara undir aftur framleiðsluna í summar.
Glen Lyon er 270 metrar stórt og er bygt í Suðurkorea. BP stendur fyri hesi oljukelduni saman við Shell og Sicca Point (fyrr OMV). Skipið er mett at framleiða 130.000 tunnur av olju um dagin og er harvið ein tann størsta oljukeldan á bretska landgrunninum. Tað liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum.
Eisini føroyingar eru partur av hesi stóru verkætlanini. Tað er Føroya Tele, sum hevur sett upp útgerð umborð á skipinum, ið er bundið í Shefa fjarskiftiskaðalin, ið fer í land í Hetlandi. Hetta er sera stórt framstig fyri BP og oljuvinnuna, nú man sleppur undan at brúka fylgisveinasamband, ið er nógvar ferðir dýrari og seinni. Fólk frá Føroya Tele vóru í fjør í Suðurkorea og settu útgerðina upp umborð.
Higartil eru framleiddar 400 mill. tunnur av olju á hesi oljuleiðini. Roknað verður við, at tað enn eru 450 mill. tunnur eftir at taka upp.