Ódnin Harvey rakar oljuframleiðslu meint


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.08.2017 - 13:01

Oljan >

Tropiska ódnin Harvey hevur gjørt nógv um seg serstakliga í amerikanska oljustatinum Texas, og har er stórbýurin Houston harðast raktur. Umleið 19 fólk hava latið lív og túsundtals eru rýmd frá húsi og heimi undan vatnflóðini, sum er komin í kjalarvørrinum á ódnini. Hetta hevur eisini ávirkað stóran part av amerikonsku oljuframleiðsluni, sum hevur høvuðssæti nettupp í Houston og økinum nærhendis. Fleiri av oljupallunum í Mexikanska Flógvanum og eisini raffinarí á landi hava verið noydd at stongja, og hetta hevur so eisini havt ávirkan á bensinprísirnar í eini tjóð, sum er sera heft at nettupp stóru bilparkini og harvið eisini bensini. Bensinprísirnir hava ikki verið so høgir í tvey ár.

Enn hevur ódnin ikki havt stóru ávirkanina á altjóða oljuprísin, tó at hann er kvinkaður nakað seinastu dagarnar og er í løtuni 51,83 dollarar.

Seinastu tíðindini frá Reuters siga, at størsta ráoljuraffinaríið Motiva Enterprises í Port Arthus í Texas hevur verið tvungið til at stongja orsakað av tí nógv vatninum. Umráðið kring Meksikanska Flógvan við statunum Louisiana, Missisippi, Alabama og Texas eru sjálvt hjartað í amerikanska olju- og nátúrgassídnaðinum. Umleið fimta hvørt oljuframleiðsluvirki er stongt. Òttin fyri at bensin fer at gerast ein mangulvøra hevur fingið bensinprísirnar at hækka munandi við umleið 4%. Òdnin hevur gjørt, at goymslurnar av olju og gassi er minkaðar.

Ódnin Harvey er tann ringasta í Texas í meira enn 50 ár.

Keldur: Reuters og DR