Robert Trice, stjóri í Hurricane Energy, heldur økið millum Hetland og Føroyar verða rætta adressan, tá oljufeløg í framtíðini skulu til at leita eftir olju. Mynd Energy Voice

Økið millum Hetland og Føroyar rætta staðið til oljuleiting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.04.2018 - 08:30

Oljan >


Økið vestan fyri Hetland, eisini nevnt Atlantsmótið, er avgjørt rætta adressan, skal tú fara undir at leita eftir olju og gassi á bretska landgrunninum.

Útsøgnina eigur stjórin í oljufelagnum Hurricane Energy, Robert Trice. Hann heldur, at økið millum Hetland og Føroyar, fer at hava ein stóran og týðandi leiklut fyri framtíðar oljuleiting á bretska landgrunninum sum heild.

Tað sigur hann um somu tíð, sum felag hansara er í ferð við eina útbygging av eini spildurnýggjari oljuleið miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Talan er um Lancaster útbyggingina, sum verður tann fyrsta av sínum slag yvirhøvur á bretska landgrunninum. Tað snýr seg her um eitt nýtt slag av oljuframleiðslu, sokallað ”fractured basement”. Talan er helst um fleiri mia. tunnur av olju, sum liggja goymdar niðri í sjálvum grundfjallinum, haðani oljan er likin úr erva.

Lancaster oljuleiðin liggur har suðuri á Atlantsmótinum, tætt við kendu framleiðandi oljuleiðirnar, Foinaven og Schiehallion. Hon varð funnin nøkur ár herfyri og hava kanningar og leiting í grannalagnum eisini rakt við fleiri aðrar oljuleiðir av sama slag so sum Halifax, Lincoln og Warwick.

Avgerð er longu tikin um at fremja eina minni útbygging av Lancaster at byrja við fyri so seinni at víðka útbyggingina til eisini at fevna um grannafundini. Tvs. at lagt verður upp til at gera Lancaster til ein sokallaðan ”hub” ella kjarnu fyri alt Lancaster stórøkið.

Útbyggingin er longu komin so mikið væl áleiðis, at eitt framleiðsluskip kemur á leiðina vestan fyri Hetland seinni í ár. Talan er um Aoka Mizu, sum í síni tíð varð brúkt av Atlantic Petrolum í Norðsjónum. Tað verður í løtuni umvælt og nútímansgjørt til nýggju framleiðsluna á Atlantsmótinum á skipasmiðju í Miðeystri.

Málið er at byrja framleiðsluna longu í 2019. Ætlanin er í byrjanini at framleiða 17.000 tunnur um dagin fyri síðani at økja munandi um framleiðsluna. Mett er at Lancaster keldan goymir umleið eina milliard tunnur av olju. Saman við hinum oljuleiðunum nærhendis verður hildið, at har finnast fleiri mia. tunnur av olju.

Stjórin í Hurricane, Robert Trice sigur við Energy Voice, at áhugin fyri teirra verkætlan er stórur. Á eini ráðstevnu fyrr í ár, sum almenni oljumyndugleikin OGA stóð fyri - við luttøku av mongum oljufeløgum - vórðu oljustjórarnir spurdir, hvar teir helst fóru at leita eftir olju í framtíðini. Og svarið teir flestu góvu var økið vestan fyri Hetland.

Robert Trice sigur annars, at Hurricane er komið á mál við torføru uppgávuni at útvega 530 mió. dollarar til Lancaster útbyggingina.

“Jarðfrøðin har er øðrvísi enn hon í Norðsjónum, men har er nógv nýtt at læra og har eru eisini gjørd mong nýggj fund. Bæði smærri og størri fund. Tað er avgjørt rætta adressan at fara, um tú er í leitibransjuni.”

BP hevur annars júst kunngjørt, at tað fer at útbyggja oljuleiðina Alligin, sum liggur tætt við Foinaven og Schieoljuleiðirnar vestan fyri Hetland. Eisini hevur BP nýliga gjørt eitt nýtt fund í hesum økinum, nevnt Achmelvich.

Herfyri frættu vit, at oljufelagið Shell hevur keypt partar av tveimum oljuleiðum, sum liggja skamt frá føroyska markinum, nevniliga Cambo og Blackrock. Har fer tað so saman við fyristøðufelagnum Siccar Point at bora ein brunn longu í hesum mánaðinum og enn ein brunn nærhendis í næsta ár.

Aftrat hesum koma so eisini aðrir leitibrunnar vestan fyri Hetland umframt at nýggjar oljuleiðir eisini verða tiknar í brúk í ár. Ein av hesum er Clair Ridge, sum BP stendur fyri.

Um somu tíð, sum alt hetta hendir í okkara næsta grannalag, eru føroyskir myndugleikar farnir undir aftur at leggja nýggjar lunnar undir framtíðar leitingina á føroyska landgrunninum. Eftir at freistin varð úti at søkja um leitiloyvi í 4. útbjóðingini í februar og har eitt oljufelag søkti, varð víst á í tíðindaskrivi frá myndugleikunum, at nú varð farið undir at kanna nýggjar møguleikar til leiting á landgrunninum.

Keldur:

Energy Voice

Newsbase.com

Herald.scotland.com