Olja og gass týðandi partur av orkuframtíðini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.09.2017 - 15:07

Oljan >

Olja og gass fara at vera ein týðandi partur av heimsins orkuframtíð, sambært eini nýggjari frágreiðing frá DNV GL, ið er tað vit kenna sum Norsk Veritas. Meðan varandi orkukeldur fara at vaksa um sín part av orkumixinum, so fara olja og gass at útgera 44% av heimsins orkuveiting í 2050 samanborið við 53% í dag. Gass fer at vera tann størsti einastaki orkuveitarin frá 2035 sigur Norsk Veritas í frágreiðingini.

Frágreiðingin hjá DNV GL’s ”Energy Transition Outlook” (ETO), ið er ein forsøgn av orkuveitingini í samlaða orkumixinum fram til 2050, sigur, at altjóða orkueftirspurningurin fer at javna út í 2030, fyri síðani at minka yvir tey næstu 20 árini. Orsøkin er m.a. meira effektiv orkuveiting. Parturin hjá fossilu orkuni í heimsins primera orkumixinum, fer at minka frá 81% til 52% í 2050.

Eftirspurningurin eftir olju vil vera í hæddini í 2022. Vøksturin í elriknum bilum fer at hava stóra ávirkan á oljueftirspurningin, men gas fer framvegis at vera størsti einstaki orkuveitarin heilt fram til 2050 og verður eftirspurningurin eftir gassi mestur í 2035.

DNV sigur víðari, at gass fer at halda fram við at hava ein týðandi leiklut saman við varandi orku, tá talan er um at minka um CO2 útlátið. Stór oljufeløg fara at økja um gass sum part av goymslunum.

Um somu tíð sum eftirspuningurin eftir kolvetni fer at koma í hæddina komandi 20 árini, so verður tørvur á týðandi íløgum í at fáa til høldar nýggja olju- og gassframleiðslu og til tess at umsita verandi framleiðslur á tryggan og burðardyggan hátt. Frágreiðingin leggur eisini dent á at kunna halda kostnaðarstøðið niðri fyri at varðveita eitt hóskandi útreiðslustøði.

“We have seen impressive and important innovative efforts across the energy industry, resulting in cost saving and efficiency gains. The oil and gas industry must continue on a path of strict cost control to stay relevant. Coming from a tradition of technological achievements, and having the advantage of existing infrastructure and value chains, this industry has the potential to continue to contribute to energy security and shape our energy future,” sigur Elisabeth Tørstad, forstjóri í DNV GL – Oil & Gas.