Oljufeløg skulu hjálpa norska statinum at goyma CO2


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.10.2017 - 10:50

Oljan >


Fleiri stór oljufeløg hava fingið til uppgávu at hjálpa norska statinum at menna eina skipan, sum skal goyma CO2 útlát frá stórum ídnaðarfyritøkum. Vakstrarhúsgassið skal flytast við skipum og síðani pumpast niður í brunnar nærhendis oljukeldum skrivar netmiðilin Engergiwatch.

CO2-útlátið frá nøkrum av teimum størstu norsku ídnaðarfyritøkunum skal pumpast niður í undirgrundina heldur enn at enda uppi í atmosferuni. Hetta er endamálið við eini nýggjari verkætlan, sum norski staturin hevur góðkent til tess at fáa fatur í og goyma av CO2 – eisini kent undir heitinum CCS. Til tess at gera ætlanina til veruleika hevur stjórnin fingið í lag eitt samstarv við tey trý stóru oljufeløgini, Statoil, Total og Shell. Ætlanin er at burturbeina 1,5 mió. tons av CO2 um árið frá trimum ídnaðarvirkjum. Talan er um sementvirkið hjá Norcem í Brevik, eina Yara-framleiðslu í Porsgrunn og eitt virki til burturkast í Klemetsrud. Verktætlanin leggur seg eftir at fáa fatur á CO2 frá fyritøkunum, flyta tað við skipi til eina móttøku á Vesturlandinum og haðani seinni verða pumpað umvegis oljurørleiðingar niður í brunnar á Troll-feltinum. Hesin seinasti parturin av ætlanunum er tó enn langt frá rokkin á mál, og tí vil CO2 fyribils verða goymt á Vesturlandinum.

Stjórin hjá Statoil fyri nýggjar orkuloysnir, Irene Rummelhoff, sigur, at tað framvegis ikki ber yil at røkka málunum fyri veðurlagsbroytingar, sum er ásett í París-avtaluni, uttan so at CO2 verður goymt so ella so. Tað er tí tørvur á at hava fokus á samstarv eitt nú á vitanarøkinum, sum hevur týdning fyri at fáa fleiri CCS verkætlanir. ”Vit fegnast um at hava fingið Shell og Total við í verkætlanina sum samstarvsfelagar, og teirra royndir og vitan fara at styrkja verkætlanina munandi,” sigur talskvinnan hjá Statoil.

Enn er dagur ikki settur á, nær verkætlanin kann gerast veruleiki. Men norska Stórtingið hevur áður samtykt, at man fer at taka endaliga støðu til at seta pengar í verkætlanina í seinasta lagi í 2019.