Oljufeløg stóran inntøkumiss vegna rivu í rørleiðing


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.12.2017 - 13:04

Oljan >


Olju- og gassfeløg, sum arbeiða í Norðsjónum, missa milliónir av dollarum, nú rørleiðingin Forties er vorðin stongd vegna eina rivu í skipanini. Mett verður, at tað kostar 200 mill. kr. um dagin í mistum framleiðsluinntøkum, meðan rørleiðingin er stongd. Tað ljóðar, at tað fer at taka fleiri vikur at umvæla leiðingina. Oljufeløg, sum koma at missa inntøkur, eru EnQuest, Premier Oil, Exxon, BP, Chevron, Total, ENI, Nexen, Serica, Apache og ConocoPhillips fyri at nevna tey størstu.

Forties rørleiðingin er ein av fýra pørtum, sum eru grundarlagið undir Brent prísásetingarskipanini, og um umvælingin fer at vara leingi, tá fer hon at hava ávirkan á sjálvan oljuprísin.

Tað er oljufelagið Ineos, sum herfyri keypti ognirnar hjá OMV, ið eigur Forties rørleiðingina. Felagið keypti hana frá BP herfyri fyri knappar tvær mia. kr.

Tann 235 fjórðinga langa rørleiðingin bindir saman 80 olju- og gassfelt í Norðsjónum og kemur í land í Grangemouth. Umleið 40% av olju- og gassframleiðsluni í Norðsjónum kemur gjøgnum rørleiðingina.

Kelda: Oil Voice