Oljufeløg stuðla Parísavtalu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.06.2017 - 14:42

Oljan >

Seinni í dag fer amerikanski forsetin, Donald Trump, at taka støðu til, um USA skal taka seg úr semjuni, sum flestu av heimsins londum hava tikið undir við, nevniliga Parísavtaluni um at avmarka útlátið av CO2. Tað hevur ljóðað, at forsetin fer at broyta avgerðina hjá sínum undanmanni Obama og siga frá, at USA ikki longur tekur undir við hesi heimsumfatandi umhvørvisavtaluni.

Um somu tíð hava eitt nú fleiri stór oljufeløg so sum ExxonMobil og ConocoPhillips gjørt greitt, at tey taka undir við avtaluni. Eisini hava fleiri av teimum størstu londunum í heiminum gjørt vart við sína støðu og ávarað amerikanska forsetan um ikki at venda avtaluni bakið, nú so stórur partur av heiminum tekur undir við henni. Millum hesi eru Kina og ES saman við India tey, sum ganga undan og sum nú eftir øllum at døma fara at vera undangongulond til frama fyri veðurlagsavtaluni ístaðin fyri USA.