Oljufeløg venda aftur til Írlands - bora í næstum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.06.2017 - 17:01

Oljan >

Hóast mong ár eru farin, síðani fyrstu oljufeløgini fóru at geva økjunum vestan fyri Írland ans og einans eitt gassfelt er farið undir framleiðslu, so tykist okkurt benda á, at oljufeløgini nú aftur venda eyguni móti hesum syðra partinum av Atlantsmótinum, sum Føroyar annars eisini eru partur av.

Seinasta útbjóðingin í Írlandi tók mong á bóli, tí eftir at hava verið rýmd úr Írlandi vendu nú fleiri av teimum stóru oljufeløgunum aftur til Írlands. Feløgini hava fyribils bundið seg til at gera seismiskar kanningar. Støða verður tikin til at bora brunnar nakað seinni. Men nú boða so nøkur av feløgunum við Cairn Energy og Total frá, at tey fara undir at bora ein leitibrunn um fáar vikur. Ma. hevur skotska oljufelagið Cairn, sum royndi eydnuna í Grønlandi uttan úrslit, sagt frá, at tað hevur stórar vónir um at finna olju í Írlandi. Eisini stóra franska felagið Total, sum er sera virkið á einum øðrum parti av Atlantsmótinum, nevniliga økinum eystan fyri føroyska markið, sær møguleikar í Írlandi og er farið í samstarv við Cairn í tveimum loyvum vestan fyri Irland. Her er eisini írska oljufelagið Providence við. Annars eru fleiri av heimsins størstu oljufeløgunum eisini partur av írsku oljuleitingini t.d. ENI, Statoil og ExxonMobil. 

“Ireland’s Petroleum Affairs Division” sigur í tíðindaskrivi, at fýra lønandi gassfund eru gjørd í Írlandi síðani leiting byrjaði tíðliga í 70-árunum. Eitt av hesum framleiðis. Kortini eru eingi lønandi oljufund gjørd. Men feløgini síggja stórar strukturar í undirgrundini, sum geva teimum vónir um, at Írland nú aftur er komið á oljukortið.  

Írskir oljumyndugleikar fegnast um avgerðina hjá Cairn og Total at keypa seg inn í leitiloyvi í Írlandi. Teir siga, at hetta eru feløg, sum hava drúgvar royndir at bora á stórum dýpi sum tað vestan fyri Írland. Cairn er annars rættiliga virkið í Senegal, har tað hevur gjørt oljufund.

 Áhugvert verður at síggja, um hesi feløgini fara at vísa nýggjastu føroysku útbjóðingini ans. Total hevur longu fleiri loyvi og gassframleiðslu skamt frá føroyska markinum. Cairn hevur áður víst leitiloyvi hjá Faroe Petreoleum sunnan fyri Føroya ans. Tað varð kortini av ongum og Faroe lat loyvi innaftur.