Nógv umboð fyri útlendsk oljufeløg vitjaðu føroyska básin á "Appex Global" í London nú um dagarnar.

Oljufeløg vísa áhuga fyri nýggjari oljuleiting við Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

08.03.2017 - 15:06

Oljan >

Dagarnar frá 28. februar til 2. mars luttóku jarðfrøðingar á Jarðfeingi við bási og framløgu á oljuráðstevnuni "APPEX Global 2017" í London. Ráðstevnan var væl vitjað, og fleiri, ið vitjaðu føroyska básin, vístu áhuga fyri 4. útbjóðingarumfarinum til oljuleiting við Føroyar, sum letur upp 17. mai skrivar Jarðfeingi á heimasíðu síni www.jf.fo.

Sum ein liður í marknaðarføringini av 4. útbjóðingarumfari hevði Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur, eina framløgu, har hon greiddi frá um arbeiðið, sum í løtuni er í gongd á Jarðfeingi. Hetta arbeiðið umfatar millum annað eina størri endurskoðan av teimum dátum, sum eru tøkar um føroyska økið, við tí endamáli at vísa á teir ymisku oljuleitingarmøguleikarnir, ið eru á landgrunninum.

Úrslitini av hesum umfatandi arbeiði verða løgd fram á FIEC (Faroe Islands Exploration Conference) í Norðurlandahúsinum 16-18. mai 2017.