Tíðindi um oljufund eystan fyri føroyska markið mugu fløva hjá m.a. hesum, ið marknaðarføra leiting á landgrunninum. Fv. Jana Ólavsdóttir, Óluva Ellingsgaard, Poul Michelsen, Barbara Hansen og Heri Ziska á messu í London.

Oljufund á Atlantsmóti kunnu rudda slóð fyri føroyskari oljuleiting


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.03.2017 - 17:21

Oljan >

Analysa. Nú svørt skýggj hava kámað oljuvinnuna í skjótt nøkur ár, so hómast nú aftur glottar í okkara grannaumhvørvi, á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland – eystan fyri Føroyar. Ein slíkur glotti er seinasta stóra oljufundið hjá oljufelagnum Hurricane Energy, á Halifax leitimiðinum, miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið.

Vit frættu í gjár, at nýggjasta fundið leggur aftrat einum øðrum oljufundi nærhendis, Lancaster, og saman kunnu hesar oljuleiðirnar goyma meira enn eina milliard tunnur av olju. Hetta er við til at seta hetta økið á Atlantsmótinum og so tætt við Føroyar, á oljuheimskortið enn einaferð. Fyrstu ferð var í 1977, tá oljurisin Clair við umleið 10 mia. tunnum varð funnin vestan fyri Hetland. Seinni komu so fleiri aðrir olju- og gassrisar, Foinaven, Schiehallion, Rosebank og Laggan Tormore. Og nú legst so aftrat við Halifax/Lancaster. Um somu tíð er vert at merkja sær, at Shell og BP hava fingið nýggj leitiloyvi, ið liggja heilt upp at føroyska markinum í tí sokallaða ”Gullhorninum”, har føroyska oljuleitingin byrjaði við m.a. nettupp Shell og BP sum undangongufeløg. Nú eru tey aftur í sama umhvørvi.

Rætt er at seta alt hetta í relief, tvs. tengja tað saman við støðuni og gongdini á føroyskum øki eisini, nú tað eru minni enn tveir mánaðir, til ein nýggj leitiútbjóðing letur upp á føroyska landgrunninum. Og vit kunnu loyva okkum at spyrja, hvønn týdning enn eitt stórt oljufund í bretskum øki, tætt við Føroyar, hevur fyri leitiframtíðina á føroyska landgrunninum?

Søguliga sæð eru tað stór oljufund vestan fyri Hetland, tvs. í okkara næsta grannalag, sum hava sett sín dám á, fyri ikki at siga, hava givið orku til leitimotararnar á føroyskum øki.

Oljusøga í stuttum

Rætt er nokk eisini, fyri at skilja tilgongdina, at kaga í oljusøguna um okkara leiðir. Eftir at gass varð funnið í Groningen í Hálandi, fóru oljufeløg at fregnast, um ikki olja var í undirgrundini í Norðsjónum eisini. Og tá tað varð staðfest seint í 60-unum við risastóru Ekofisk kelduni, varð straks farið eisini at leita á Atlantsmótinum tvs. vestan fyri Hetland tætt upp at markinum millum Føroyar og Bretland. Og tað skuldi skjótt vísa seg, at olja eisini fanst í undirgrundini her. Í 1977 varð oljurisin Clair funnin. Um sama mundið sendu fleiri av heimsins stóru oljufeløgum umsóknir til landsstýrið og danskar myndugleikar um loyvi at gera forkanningar á føroyska landgrunninum. Orsakað av ósemju millum føroyskar og danskar myndugleikar um ognarrættin til undirgrundina vórðu allar hesar umsóknir lagdar í skuffuna.

Men um nærum somu tíð, fyrst í 90-unum, sum undirgrundin varð yvirtikin frættust stórtíðindi hinumegin markið, nevniliga at BP hevði gjørt eitt risastórt oljufund, Foinaven. Við íblástri av hesum fundinum, sum lá tætt við føroyska markið, fóru føroyiskir myndugleikar í gongd við at tilrættaleggja fyrstu oljuleitingina við Føroyar. Henda byrjaði í ár 2000. Fram til í dag hava verið tríggjar útbjóðingar, og hava tær mest sum allar fingið íblástur frá leiting og fundum í grannalagnum hinumegin markið, eitt nú Schiehallion og Rosebank oljuleiðunum. Seinni eru uppaftur nýggj olju- og gassfund gjørd, eitt nú Laggan Tormore gassøkið.

Vit skriva nú 2017. Tað eru16 ár gingin síðani fyrstu boringina á føroyska landgrunninum. Tær blivu 9 íalt hesi árini fram til 2014. Síðani hava vit fyrireikað okkum til at fara í gongd aftur, og í mai í ár verður so enn ein útbjóðing, tann 4. í røðini, latin upp.

Fund kann ávirka alt økið

Nú hendi tað so aftur, sum er hent fleiri ferðir áður: at eitt stórt oljufund verður gjørt á somu leiðum, har Foinaven varð funnið fyrst í 90-árunum og sum var við til at seta gongd á føroysku leitingina. Rætt er tí at spyrja, um ikki hetta seinasta fundið kann fara at fáa sama týdning fyri leitingina í føroyskum øki sum er hent áður. Okkara svar er játtandi, tó at tíðirnar við lágum oljuprísum eru ella kunnu vera ein forðing, og tó mugu vit siga, at skeiva gongdin í prísi og leiting hevur so ikki verið ein forðing fyri at finna Halifax oljugoymsluna.

Eingin ivi er um, at Føroyaøkið er í eini náttúrligari bíðistøðu. Tá so fáir brunnar eru boraðir, so sigur tað seg sjálvt, at enn er spónurin ikki meira enn settur í. 9 brunnar eru boraðir og spyr tú oljuserfrøðingar, so siga teir við ein mun, at tú skal bora 10 brunnar fyri at gera eitt fund. So vit mugu bara seta okkara álit til statistikkin, at hann sigur sætt, og at 10. brunnurin, sum vónandi verður partur av 4. útbjóðing, verður hann, sum rakar við fyrstu lønandi oljukelduna í føroysku undirgrundini.

Elefantarnir í føroysku undirgrundini..

Vit hava so staðfest, at stór oljufund, sum eru gjørd eystan fyri føroyska markið, hava higartil verið ein týðandi katalysatorurin hjá útlendskum oljufeløgum at fara inn á Føroyaøkið. Vit kunnu so bara vóna, at seinasta stóra oljufundið á Halifax/Lancaster oljuleiðini skamt frá føroyska markinum, eisini fer at vera vegvísari og duraopnari til føroyska landgrunnin. Oljusøgan sigur okkum, at har man helt, at einki varð at finna, har varð funnið. Tað er ein sannroynd eisini, at oljufeløg eru ymisk og hava ymiskar strategiir. Hvør veit um ikki tað finnast oljufeløg, sum á síðulinjuni í løtuni fylgja neyvt við, hvat hendir í Føroyum og síggja møguleikar fyri at gera heilt stór fund her, eisini kallað elefantar á oljumáli.

Fara vit so aftur til oljusøguna, har leiting hevur verið ein framhaldandi menning og hevur flutt seg frá einum øki til grannaøkið, so er væl náttúrligt at halda, at nú er túrurin komin til Føroya. At nú er tíðin komin at hyggja í ein vestan og ein norðan á kortinum. Tvs. eitt fet longur út í Atlantshav. 

Tað fara vit so at finna út av hesa komandi tíðina. 4. útbjóðingin letur upp 17. mai og aftur 17. februar 2018. Vit krossa fingrar um somu tíð, sum føroyskir myndugleikar marknaðarføra undirgrundina og komandi útbjóðing. Júst í hesi løtu luttekur Jarðfeingi á stórari oljumessu í Houston í USA við tí eina endamáli: at fáa oljufeløgini aftur til Føroya at leita. Livst so spyrst.