Oljuíløgur í Noregi vaksa nú aftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.02.2018 - 16:47

Oljan >


Eftir eitt stórt fall í oljuíløgunum eftir prísskrædlið í 2014, eru nú sjónlig tekin til, at íløgur í bæði leiting og framleiðslu í Noregi eru farnar at vaksa aftur. Íløgurnar í oljuvirksemi í 2018 eru mettar at røkka 160 mia. kr. í hesum árinum. Hetta vísa tøl frá “Statistisk Sentralbyrå” sambært sysla.no. Hetta er ein vøkstur uppá 11% frá november, tá metingin var 144,3 mia. kr. Kemur hetta at halda, so merkir tað ein stóran vøkstur í mun til 2017, tá samlaðu íløgurnar vóru 148,8 mia. kr. Hetta merkir, at trýstið á oljubremsuna lækkar, og tað merkir aftur eina framgongd fyri norska búskapin. “2017 er triðja árið á rað við fallandi íløgum. Fallandi oljuprísur saman við einum høgum útreiðslustøði vóru við til at minka um lønsemið í vinnuni munandi”, skrivar norski hagtalsstovnurin.

Oljuprísurin var hægri alt árið í 2017, og vinnan hevur eisini megnað at lækka kostnaðarstøðið og at effektivisera, og veitararnir hava eisini lækkað kostnaðirnar. Tað hevur gjørt, at fleiri verkætlanir, sum vórðu lagdar á hillina, eru tiknar framaftur, tí brádliga eru tær vornar lønandi við núverandi oljuprísi. Tað er so eisini orsøkin til, at eftir trý ár við minking í íløgunum, tykist gongdin at verða vend til ein íløguvøkstur í ár, skrivar stovnurin. Í løtuni liggur oljuprísurin á góðum 66 dollarum fyri tunnuna.

Sí niðanfyri norskar oljuíløgur seinastu árini:

2014: 224,4 mrd. kr.

2015: 201,2 mrd. kr.

2016: 163,3 mrd. kr.

2017: 148,8 mrd. kr.

2018: 160,0 mrd. kr.

Kelda:Statistisk sentralbyrå

Oljuíløgurnar eru lækkaðar sera nógv frá tær vóru í hæddini í 2014 við 224 mia. kr. So kom oljubremsan í kjalarvørrinum á einum longu fallandi oljuprísi.

Eftir at hava ligið um 100 dollarar fyri tunnuna tað mesta av tíðini frá 2011 til 2014 fall oljuprísurin til 27 dollarar fyri tunnuna í januar 2016. Síðani er hann hækkaður nakað aftur og fríggjadagin var hann 65 dollarar. Í dag mánadag er hann góðar 66 dollarar.

Millum tær mongu nýggju útbyggingarætlaninar, sum aftur eru vornar veruleiki, eru Johan Castberg í Barentshavinum og útbyggingin av Snorre feltinum í Norðsjónum. Aðrar útbyggingar, sum eru í gongd ella standa fyri framman, eru m.a. Nova feltið (fyrrv. Skarfjell), Johan Sverdrup 2 og Troll.

Umframt at virksemið á norska landgrunninum nú gongur rætta vegin, so eru feløg eisini før fyri at lækka kostnaðirnar munandi. M.a. hevur Statoil megnað at lækka kostnaðin fyri Johan Sverdrup við 4 mia. kr. og fer fyrsta stig at kosta  88 mia. kr.