Oljuíløgur vaksa næstu árini men minka aftur um trý ár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.12.2017 - 10:46

Oljan >


Sambært eini prognosu frá Norsk Olje og Gass, sum umboðar tær flestu oljuvinnufyritøkurnar í Norra, fara oljuíløgurnar á norska landgrunninum at hækka komandi árini fyri síðani at minka. Fleiri komandi útbyggingar standa annars fyri framman. Frá í ár og fram til 2020 fara íløgurnar at hækka til 159,4 mia. norskar kr., men frá 2021 minka tær til 136,6 mia. kr. og til 111,3 mia. kr. í 2022.

Hóast tølini fyri 2021 og 2022 eru merkt av óvissu, so geva tølini kortini eina týðuliga ábending um útlitið heldur stjórin í Norsk Olje og gass, Karl Eirik Schjøtt-Pedersen.

”Hetta gevur grund til ótta, hvussu fer at ganga uppá longri sikt. Vit síggja longu nú, at tørvur verður á meira virksemi uppá longri sikt. Tey komandi stóru projektini mangla. Tí hevur tað stóran týdning, at politikarnir tryggja atgongd til nýggj øki og treytir, sum gera norska landgrunnin kappingarføran,” sigur stjórin í norska felagnum.

Komandi árini fer virksemið á norska landgrunninum at vaksa, eftir at oljuprísurin fall í 2014 og oljufeløg nærum góvust við at gera íløgur í nýggj fund og minkaðu um starvsfólkatalið, um somu tíð sum veitarafyritøkurnar vórðu noyddar at lækka prísstøðið.

At íløgustøðið nú aftur er farið at hækka kemst av, at fleiri nýggjar verktætlanir nú er farnar í gongd.

I 2018 minkar íløguvirksemið frá 151 mia. kr. í 2017 til 143 mia. kr. Eftir tað hækka íløgurnar fram til 2020.

”Virksemið fer vantandi at hækka næsta ár. Tá samlaðu íløgurnar kortini lækka, so kemst tað av, at tað hevur eydnast ídnaðinum at minka um útreiðslustøðið. Vit fáa meira fyri minni” sigur Karl Eirik Schjøtt-Pedersen.

Kelda: Norsk Olje og Gass