Oljuleiting á djúpum vatni aftur meira lønandi


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.12.2017 - 11:32

Oljan >


I eini kanning, sum altjóða oljuanalysufyritøkan Wood Mackenzie hevur gjørt um leiting á djúpum vatni, verður staðfest, at síðani oljuprísurin av álvara kavaði í 2014, er talið av boringum á djúpum vatni kring heimi, minkað niður í eina helvt. Nú oljuprísurin er hækkaður aftur og kostnaðarstøðið er lækkað munandi, eru oljufeløg farin at velja sær tey mest lovandi økini á djúpum vatni, sokallað “sweet spots”. Fyri at tað skal løna seg at bora á djúpum vatni, so er fyri tað fyrsta neyðugt at gera stór fund og finna leitimið, har goymslueginleikarnir eru framúr góðir.

Kanningin vísir, at nýggj tøkni og lækkandi prísstøði hevur skundað undir fleiri útbyggingar á djúpum vatni, sum annars vórðu lagdar á hillina, tá oljuprísurin lækkaði. Hesar útbyggingar fevna um 30 mia. tunnur av olju og gassi tilsamans, og hesar nýtast einans ein oljuprís uppá 42 dollarar fyri tunnuna fyri at gerast lønandi. Og keldur við uppaftur betri goymslueginleikum nýtast uppaftur lægri prís fyri at løna seg. Mett verður at umleið 100 mia. tunnur av olju og gassi eru at finna á djúpum vatni fram til 2035.

Tað vísir seg eisini, at leitimið á djúpum vatni eru kappingarfør við slík á landi, tí goymslueginleikarnir eru so góðir. Mett verður at góðir goymslueginleikar á djúpum vatni kunnu vera ein stórur fyrimunur fyri lønsemi, tí tað tá ikki er neyðugt við stórum tali av framleiðslubrunnum. Tað er oftani stóra talið á framleiðslubrunnum, sum gera útbyggingar ov kostnaðarmiklar. Sostatt royna oljufeløg bæði tá talan er um leiting og útbygging at finna tey bestu økini á djúpum vatni ella “the best rocks and sweet spots”, sum tikið verður til á oljumáli.

Føroyaøkið og vónir til olju á djúpum vatni

Hvussu framtíðin sær út um okkara leiðir, tvs. á Atlantsmótinum, verður ikki nevnt í kanningini. Hildið verður seg til stóru kendu djúpvatns oljubasengini í Brasil, Mexikanska flógvanum, Guyana og Afrika.

Tað er tó ein sannroynd, at oljufeløg eisini varpa ljós á øki á djúpum vatni um okkara leiðir, her ikki minst beint eystan fyri føroyska markið, har útbyggingarætlanir m.a. eru á tekniborðinum fyri eitt nú oljukeldurnar Cambo og Rosebank. Og helst eru hesar oljuleiðirnar vornar áhugaverdar júst út frá sama kanningarúrsliti, sum Wood Mackenzie analysufyritøkan er komin til, nevniliga, at oljuprísurin er hækkaður aftur, at kostnaðarstøðið eitt nú fyri at bora brunnar á djúpum vatni er lækkað munandi, at tøknin er nógv ment, og har goymslueginleikarnir eru góðir. Hetta kemur sum heild leiting og útbygging til góðar í okkara nærumhvørvi á Atlantsmótinum.

Men í hvønn mun henda jaliga gongdin fer at hava ávirkan á áhugan fyri 4. leitiútbjóðing á føroyska landgrunnium er sjálvandi ilt at siga, nú Føroyar eru eitt lutvíst lítið kannað øki og haraftrat við ongum infrastrukturi sum er. Gloyma vit tó politisku mørkini, so liggja stóru fundini í grannalagnum ikki so langt frá føroyska landgrunninum, har stórt øki er boðið út til leiting báðumegin markið.

Vónandi kann áhugaverda nýbrotstilfarið, sum okkara serfrøðingar á Jarðfeingi hava fingið til vega og ment um okkara undirgrund, koma út til so mong oljufeløg sum gjørligt, so tey kunnu gerast varug við møguleikarnar fyri at finna olju og gass her.

Hósdagin komu umboð fyri Jarðfeingi heimaftur av stórari altjóða oljumessu í London, har Føroyar høvdu ein bás og serfrøðingar á staðnum kundu greiða frá leitimøguleikunum í Føroyum. Í gjár vóru júst tveir mánaðir, til 4. Útbjóðingin letur aftur. Tá fáa vit so at vita, hvussu áhugin er fyri nýggjari oljuleiting á føroyska landgrunninum. Livst so spyrst.

Keldur: Wood Mackenzie, Offshore.no og Energy Voice