Oljuleiting á norska landgrunninum setir met


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.01.2018 - 13:01

Oljan >


Ongantíð áður eru latin so mong nýggj loyvi at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum sum nú. Norskir myndugleikar hava latið 75 loyvi til 34 oljufeløg sigur Oljudirektoratið í eini fráboðan. Loyvini verða latin í økjum, har tað í dag verður framleidd olja, nevniliga í Norðsjónum, Norskahavinum og Barentshavinum. Millum feløgini, sum hava fingið flest leitiloyvi, er Faroe Petroleum við tilsamans 8 loyvum. Felagið er frammanundan sera virkið á norska landgrunninum.