Oljuprísur aftur omanfyri 52 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.05.2017 - 11:24

Oljan >


Eftir at hava kavað undir 50 dollarar og eina løtu heilt niður á 46 dollarar herfyri, hevur prísurin nú aftur stabiliserað seg á umleið 52 dollarum. Hetta hendir m.a. eftir, at tveir av oljurisunum í heiminum, Russland og Saudi Arabia, í gjár avtalaðu at halda fram við fastfrysting av oljuframleiðsluni, sum annars byrjaði í november í fjør, tá Opec lond saman við 11 londum uttan fyri felagsskapin gjørdu eina semju um at skerja oljuframleiðsluni fyri at kunna varðveita ein oljuprís omanfyri 50 dollarar. 25. mai verður so aftur fundur millum øll hesi londini, tí tá gongur hálvt ára avtalan út. Nú verður so lagt upp til, at tey fara at longja avtaluna til mars í næsta ár, skulu vit meta eftir seinasta útspælinum hjá Russlandi og Saudi Arabia. Stórur spenningur er annars um seinastu goymslutølini úr USA. Hesi kunnu fáa ávirkan á oljuprísin, so hann lækkar aftur.