Oljuprísur hækkar nógv


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.12.2017 - 10:24

Oljan >


Í morgun kom oljuprísurin uppá á 65,60 dollarar fyri tunnuna. Hetta er hægsti oljuprísurin síðani 24. juni 2015 og somuleiðis ein tann størsta einstaka hækkingin.

Sambært CNBC og E24 er høvuðsorsøkin til stóru hækkingina ein riva í Forties rørleiðingini á bretska partinum av Norðsjónum. Fyristøðufelagið gjørdi av at stongja rørleiðingina, tá rivan varð uppdagað, og tað førdi til tann ovurstóra vøksturin í oljuprísinum. Umleið 40% av oljuni í Norðsjónum verða flutt gjøgnum hesa rørleiðing til Bretlands. Eygleiðarar rokna við, at meðan rørleiðingin verður umvæld, fer oljuprísurin at koma uppá 67 dollarar ella meira.  Roknað verður við, at tað fer at taka nakrar vikur at umvæla rørleiðingina, sum felagið Ineos stendur fyri. Hvønn dag fara 450.000 tunnur av olju gjøgnum leiðingina.