Oljuprísur heldur fram at hækka


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

10.01.2018 - 12:25

Oljan >

Aftur í morgun heldur oljuprísurin fram við at hækka. Tíðliga mikumorgun togaði hann seg upp á 69,16 dollarar fyri tunnuna. Fyri seinnapartin at koma uppá 69,31 dollarar. Ein høvuðsorsøkin til hækkingina er, at oljugoymslurnar í USA halda fram við at minka. Eisini mótmæli í Iran hava ávirkað prísin.

 Síðani á nýggjárinum er oljuprísurin hækkaður við 3,9%. Seinasta hálva árið hevur hækkingin verið uppá 47,2%. Síðani hann náddi botnin uppá góðar 27 dollarar fyri tveimum árum síðani, er prísurin hækkaður við 155%. Prísurin hevur ikki verið so høgur síðani veturin 2014. 

 Týskvøldið segði American Petroleum Institute frá, at oljugoymslurar í USA vórðu minkaðar við 11,2 mió. tunnum i farnu viku. Hetta er áttanda vikan á rað, at amerikonsku oljugoymslurnar minka.