Oljuprísur kann enda á 40 dollarum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

11.03.2017 - 14:11

Oljan >


Nú oljuprísurin brádliga er lækkaður við fleiri dollarum seinastu dagarnar meta serkønir á marknaðinum, at oljuprísurin longu í apríl kann enda heilt niðri á 40 dollarum. Í løtuni er hann knappar 53 dollarar fyri tunnuna. Hann hevur annars hildið sær á umleið 56 dollarum í nakrar mánaðir, eftir at Opec-lond saman við Ruslandi gjørdu av at lækka framleiðsluna við 1,8 mill. tunnum um dagin.  Henda avtala er fyri eitt hálvt ár og skulu londini til at endurskoða hana í summar og tá gera av, um hon skal halda fram í enn eitt hálvt ár. Umboð fyri Saudi Arabia vilja fegin, at avtalan heldur fram, men hava gjørt vart við, at landið fer ikki at góðtaka, at ávís lond í Opec royna at sleppa sær undan eini framhaldandi avtalu. Ein týdningarmikil orkufundur verður seinast í mars mánað, har bæði Opec lond og lond uttan fyri felagsskapin fara at viðgera m.a. framleiðslukostnað og aðrar spurningar. 

Ein høvuðsorsøkin til, at oljuprísurin nú lækkar, hóast lok er lagt á framleiðsluna í fleiri londum, er gongdin í USA, har nettupp príslækkingin hevur gjørt tað meira lønandi fyri Shale framleiðarar at økja framleiðsluna. Tvs. at ov nógv olja kemur á marknaðin og harvið lækkar prísurin.

Fleiri av stóru oljufeløgunum hava annars í seinastuni mett, at oljuprísurin komandi árini fer at liggja um 60 dollarar fyri tunnuna. Men tað er eftir øllum at døma ómetaliga torført at meta um, hvussu shaleframleiðslan í USA fer at ávirka oljuprísin. Og skuldi tað hent, at einstøk Opec lond velja ikki at halda fram við avtaluni um at avmarka framleiðsluna, so kann tað aftur hava negativa ávirkan á oljuprísin.