Oljuprísur kann røkka 100 dollarum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

11.05.2018 - 13:27

Oljan >

Fyrst var tað avgerðin hjá Trump forseta at seta kjarnorkuavtalu við Iran úr gildi. Síðani avgerðin at seta í verk aftur sanktiónir móti Iran. Hesar avgerðirnar saman við eini framhaldandi lækkandi framleiðslu í Venzuela hava fingið serfrøðingar at gita, at oljuprísurin kann fara upp til 100 dollarar fyri tunnuna. 

Hetta skriva altjóða miðlar. Bæði BBC og CNN vísa til keldur, ið rógva framundir, at oljuprísurin kann gerast himmalhøgur aftur vegna sera spentu geopolitisku støðuna serstakliga í Miðeystri. 

Tað eru so eisini aðrar orsøkir, sum hava ávirkan á oljuprísirnar so sum, at goymslurnar minka, og eftirspurningurin veksur. Eisini gongur búskapurin í nógvum londum væl,  og harvið verður meira olja eisini brúkt.

Eitt av londunum, sum hevur stórt gagn av hækkandi príshækkingum er Rusland. Olja og gass eru størsta útflutningsvøran hjá Ruslandi.

Vaksandi oljuinntøkurnar geva  russiska forsetanum Putin umstøður fyri at betra um livilíkindini hjá vanliga russaranum. Eisini eru teir við til at betra møguleikarnar fyri at gera íløgur í undirstøðukervið í hesum velduga landinum, eitt nú í Arktis, sum fer at fáa nógv meira fokus í framtíðini.

Rusland er eitt av oddalondunum í Arktis og fjalir heldur ikki, at tað hevur stórar ætlanir har. Á arktisku ráðstevnuni í Havn seinastu dagarnar høvdu umboð fyri russisku stjórnina áhugaverdar framløgur, har tey greiddi frá stóru útbyggingarætlanunum hjá Putin forseta í Arktis. Hækkandi oljuprísurin kemur nú Putin til hjálpar í so máta.