Oljuprísur millum 50 og 65 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.10.2017 - 11:45

Oljan >

Altjóða oljuviðmerkjarar halda, at oljuprísurin fer at liggja millum 50 og 65 dollarar restina av árinum. Í løtuni er hann 57 dollarar fyri tunnuna. 

Úttalilsi frá russiska forsetanum Putin í gjár um, at Russland og Opec-londini, helst fara at longja framleiðsluloftið til ársenda í 2018, hevur havt jaliga ávirkan á oljuprísin. Kongurin í Saudi Arabia er í hesum døgum á almennari vitjan í Russlandi og verður mett, at henda vitjan eisini fer at hava týdning fyri eina semju um at avmarka framleiðsluna og harvið varðveita og hækka oljuprísin.

Mett verður annars, at eftirspurningurin eftir olju og gass fer at vaksa sum frálíður, tí nógv minni verður leitað eftir olju. Á altjóða orkumótinum er annars stórur røringur. Eftirspurningurin eftir bíligari orku í eitt nú India veksur so mikið nógv, at stjórnin har hevur givið loyvi til at fara undir aftur kolaframleiðslu. Stóri fólkavøksturin setir stór krøv til orkuframleiðslu í londum sum eitt nú India.