Oljuprísur nærkast 53 dollarum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

31.07.2017 - 14:00

Oljan >

Oljuprísurin hevur nú aftur togað seg væl upp um 50 dollara markið. Hetta hendir eftir, at oljuprísurin nú í eina tíð hevur ligið úr 46 dollarum og uppeftir. Í morgun var oljuprísurin komin uppá 52,84 dollarar fyri tunnuna og er hetta tað mesta í tveir mánaðir. Ein orsøkin til hækkingina er ein veikari dollari men eisini útmeldingarnar hjá Saudi Arabia, sum greitt hevur sagt frá, at tað ætlar at ganga á odda fyri at avmarka oljuframleiðsluna enn meira og fáa onnur lond at fylgja við. Landið hevur sagt seg vilja avmarka framleiðsluna enn meira í august. Higartil hevur vaksandi framleiðslan hjá Libya og Nigeria annars verið við til at toga prísin tann skeiva vegin, men greiða útmeldingin frá Saudi Arabia hevur fingið aðrar klokkur at ringja. Eisini støðan í Venezuela við mótmælistiltøkum og amerikonsku ávaringarnar at seta uppaftur harðari tiltøk í verk ímóti landinum hava havt ávirkan á oljuprísin.

Útlitini fyri vaksandi eftirspurningi komandi tíðina hjálpir eisini til at fáa oljuprísin upp. Tað vísir seg eisini, at kappingin millum amerikonsku skifurframleiðsluna og hana hjá øðrum framleiðarum er við at broyta kós, soleiðis at skifurframleiðslan ikki eins væl og fyrr megnar at kappast við aðrar stórar framleiðarar so sum Saudi Arabia. Gongdin hevur higartil verið tann, at hvørja ferð Opec-lond og onnur við hava avmarkað sína framleiðslu fyri at fáa prísin upp, so hevur amerikanska skifurframleiðslan notið gott av hesum og hevur vaksið um framleiðsluna við tí úrsliti, at oljuprísurin er lækkaður aftur. Men nú tá oljuprísurin hevur verið so mikið lágur, at hann hevur nærkast 45 dollarum, hevur hetta heldur óvæntað rakt skifurframleiðsluna, sum er minkað og er talið á boripallum eisini minkað.

Stóri spurningurin er nú, um USA fer at megna at vaksa um framleiðsluna aftur og harvið fáa prísin á falla, ella um tiltøkini hjá Opec og øðrum londum at avmarka framleiðsluna fara at bera ávøkstur og varðveita ein oljuprís omanfyri 50 dollarar og meira. Eygleiðarar vilja vera við, at prísurin helst fer at liggja millum 50 og 55 dollarar ella meira restina av hesum árinum.