Oljuprísur nærkast 80 dollarum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.05.2018 - 14:43

Oljan >

Oljuprísurin hækkaði munandi, eftir at amerikanski forsetin Donald Trump í gjárkvøldið kunngjørdi, at hann tekur aftur amerikanska stuðulin til kjarnorkuavtaluna við Iran. Tað fekk beinanvegin ávirkan á oljuprísin, sum í løtuni er umleið 76,90 dollarar fyri tunnuna. Tosað verður um, at hann kann fara so langt sum uppá 80 dollarar sum ein avleiðing av avgerðini hjá Trump og síðani eisini ávirkað av støðuni í Venzuela.

Hækkingin í oljuprísinum hevur verið 15% síðani á nýggjárinum og er 55% hægri enn somu tíð í fjør. Eygleiðarar siga, at um Trump fer at seta í verk aftur allar sanktiónirnar móti Iran, sum vórðu galdandi áðrenn avtaluna, so kann prísurin fara enn hægri upp og heilt upp til 80 dollarar.