Oljuprísur omanfyri 67 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

02.01.2018 - 20:01

Oljan >

Stór minking í oljugoymslunum, vaksandi virksemi og órógv í Iran eru orsøkir til, at oljuprísurin er hækkaður í nýggja árinum. Ein tunna av olju varð seld fyri 67,1 dollarar í morgun. 

Tøl frá amerikanska orkustovninum EIA vísa, at amerikonsku oljugoymslurnar eru minkaðar við 4,6 mill. tunnum í vikuni, sum endaði 22. desember. Roknað varð við, at goymslurnar fóru at minka við 3,8 mill. tunnum.