Oljuprísur rapar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.05.2018 - 12:03

Oljan >

Oljuprísurin er eftir fáar dagar lækkaður við nærum 5 dollarum - úr 80 dollarum niður á 75 dollarar.


Júst sum oljuprísurin náddi hæddum, sum hann ikki hevur gjørt leingi, rapaði hann brádliga niður á 75 dollarar fyri tunnuna í vikuskiftinum. Hetta hendir fyrst og fremst eftir útsøgnum frá Saudi Arabia og Ruslandi um, at londini eru tilreiðar at vaksa aftur um framleiðsluna, eftir í nøkur ár at hava lagt lok – framleiðsluloft á framleiðsluna fyri at fáa prísirnar upp. Londini tykjast nú nøgd við einum oljuprísi uppá umleið 60 dollarar.

Nú um dagarnar segði russiski forsetin, at hann var nøgdur við ein oljuprís uppá 60 dollarar. Hann segði eisini, at verður prísurin nógv hægri enn tað, so rakar hann brúkararnar. Eisini lága framleiðslan í heimsins mætasta oljulandi, Venezuela, hevur verið orsøkin til prísvøksturin.

Tað var annars amerikanska avgerðin at uppsiga kjarnorkusáttmálan við Iran og eftirfylgjandi sanktiónir, sum vóru orsøkin til, at oljuprísurin hækkaði heilt upp í 80 dollarar, tað hægsta í góð 3 ár.

Saudi Arabiski orkuráðharrin, Khalid al-Falih sigur við amerikonskum sjónvarpsrásina, CNN, at tað er eitt ynski frá øllum oljuframleiðarum at tryggja, at oljumarknaðurin framhaldandi verður sunnur, og merkir tað, at vit mugu broyta okkara politikk í juni, so eru vit klárir til tess.

Seinnapartin fríggjadagin var oljuprísurin 76,88 dollarar. Mánamorgun var hann 75 dollarar. Eitt skifti var hann 79,5 dollarar so fallið til 75 dollarar merkist væl.

Altjóða miðlar gera nógv burtur úr príslækkingini og blaðið Financial Times skrivar, at meðan tað eitt skifti var tosað um ein oljuprís uppá 100 dollarar, so verður nú ístaðin lagt upp til ein oljuprís uppá 50 dollarar. Og blaðið heldur hetta verður gongdin.

Støðan í løtuni er tann, at eftirspurningur og forbrúk eru í javnvág. Eftir øllum at døma, halda fleiri, so fer framtíðar oljuprísurin at liggja millum 50 og 60 dollarar. Nú framleiðsluloftið hjá Opec og Ruslandi tykist verða slept, tó at vit enn ikki kenna støðuna hjá øllum limalondunum, so er neyvan væntandi, at nakað príslop verður aftur í bræði, soleiðis sum vit hava upplivað tað í eina tíð.

Tað tykist heldur ikki sum at óttin fyri stríðið í Miðeystri longur hevur ávirkan á oljuprísin. Heldur síggja vit, at vøksturin í amerikonsku skiferframleiðsluni nú aftur er við at trýsta oljuprísin niður. Roknað verður nú eisini við hægri framleiðslu í Iraq, og tað kann vera við til at minka um eftirspurningin.