Oljuprísur undir 50 dollarar eftir Trump-avgerð


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

02.06.2017 - 13:10

Oljan >

Oljuprísurin fall til undir 50 dollarar fyri tunnuna fríggjamorgun, eftir at amerikanski forsetin hóskvøldið gjørdi av at taka USA úr París veðurlagsavtaluni. So lágur hevur hann ikki verið síðani 10. mai. 

Prísurin er lækkaður fimta dagin á rað og í løtuni er hann 49,32 dollarar, ein lækking uppá 2,6% síðani hósdagin. Hóast Opec hevur avgjørt at varðveita avmarking í framleiðsluni í 9 mánaðir aftrat, og hóast goymslurnar í USA eru nógv lægri enn væntað, so hevur hetta ikki verið nokk til at varðveita ein oljuprís oman fyri 50 dollarar. 

Roknað verður við at amerikanska oljuframleiðslan fer at vaksa sum eitt úrslit av avgerðini hjá Trump forseta at taka landið úr París veðurlagsavtaluni. Hetta fer at seta gongd á aftur framleiðsluna í USA og fer harvið at leggja trýst á oljuprísin. Nakað, sum longu er hent.