Oljuprísur upp um 80 dollarar í ár metir Goldman Sachs


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.02.2018 - 13:49

Oljan >


Hóast oljuprísurin í morgun fall niður á 66,91 dollarar fyri tunnuna, tað lægsta í ein mánað, so vilja fleiri av analysufyritøkunum, sum vanliga meta um oljuprísin, kortini vera við, at hann fer at hækka munandi í hesum árinum. Í løtuni eru tað afturgongd á partafelagsmarknaðinum og ein høgur dollari, sum eru orsøkin til tann lækkandi oljuprísin. Fyri fáum døgum síðani var hann uppi á 71 dollarum fyri tunnuna og er síðani lækkaður við umleið 4 dollarum.

Amerikanski íløgubankin, Goldman Sachs, væntar, at oljuprísurin komandi hálva árið fer upp um 80 dollarar fyri tunnuna. Tað skrivar Bloomberg. Tað vil vera hægsta støðið í meira enn fýra ár.

Fyrst fer hann komandi tríggjar mánaðirnar at hækka til 75 dollarar og eftir seinna hálvár fer hann at røkka 82,5 dollarum. Nakrar av orsøkunum skulu vera minkandi goymslur, størri eftirspurningur og væleydnaðu tiltøkini hjá Opec og Russlandi at skerja framleiðsluna umframt stóru trupulleikarnir í Venezuela.

Eisini Morgan Stanley metir, at oljuprísurin fer at koma uppá 75 dollarar í ár, meðan JP Morgan metir, at hann fer at røkka 78 dollarum.

Bloomberg Consensus hevur hesar metingar um oljuprísin frá 2019. Hann verður 63 dollarar í 2019, 67 dollarar í 2020, 66 í 2021 og aftur 63 dollarar í 2022. So metingarnar eru ymiskar.