Oljuprísur upp um 80 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.05.2018 - 18:43

Oljan >


Fyri fyrstu ferð síðani 21. november 2014 fór oljuprísurin fyrrapartin upp um 80 dollarar fyri tunnuna. Orsøkin er m.a. geopolitisk tvs. spenningur  í Miðeystri  og síðani lág goymslutøl í USA.

Oljuprísurin er hækkaður støðugt frá 73 dollarum í byrjanini av mai til 80 dollarar eina løtu fyrr í dag.

Eygleiðarar halda, at oljuprísurin fer at gera enn eitt lop uppá 85 dollarar fyri síðani at hækka til 90 dollarar vegna vaksandi eftirspurning heldur amerikanski stórbankin Morgan Stanley og seinni aftur til 100 dollarar heldur Bank of America.

Tað er fyrst og fremst avgerðin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at siga upp kjarnorkuavtaluna við Iran, sum togar prísin longur og longur upp. Men eisini lækkandi oljugoymslurnar í USA og støðugt minkandi oljuframleiðsla í Venezuela hava ávirkan á gongdina. Eygleiðarar halda, at gongdin í Iran og Venezuela fer at halda fram, og tí eru ikki líkindi til, at prísurin á olju fer at lækka aftur í bræði.

Norski SEB bankin, sum javnan ger viðmerkingar til oljuprísin, heldur meðalprísurin í ár fer at liggja um 75 dollarar og í 2019 og 2020 um 85 dollarar.

Við at forða Iran at gera sáttmálar í dollarum kann USA gera tað sera trupult fyri Iran at selja sína olju á altjóða marknaðinum, um somu tíð sum feløg, ið halda fram við at handla við Iran, kunnu verða rakt av tiltøkum frá USA. Eygleiðarin hjá SEB banka, Schieldrop, heldur tí sambært norskum miðlum, at iranska oljuframleiðslan fer at minka munandi til 3,3 mió. føt um dagin. Oljuframleiðslan í Venezuela gongur sama veg niðureftir. Hon er lækkað við 35% síðani 2016 til 1,6 mió. tunnur um dagin, tað lægsta í 33 ár. Venezuela hevur heimsins størstu oljugoymslur. Roknað verður við at framleiðslan fer at minka enn meira til 1,3 mió. tunnur í 2019 og 1,1 í 2020.

Amerikanska oljuframleiðslan fer at hækka samsvarandi til 10,7 mió. tunnur í ár til 11,9 mió. tunnur í 2019. Áhugavert verður at frætta, hvørja ávirkan hetta fer at hava á oljuprísin. 

Norski oljuanalytikarin heldur, at sjálvt um framleiðslan í Opec fer at vaksa aftur, so fer heimurin sum støðan sær út at hava tørv á meiri olju enn tað, sum verður framleitt. Hann heldur vøksturin fer at vera 1,7% og at vit fáa eitt framleiðsluundirskot uppá 0,3 mió. tunnur um dagin  í 2019.

Støðani Venezuela og avgerðin hjá USA at siga upp kjarnorkuavtalu við Iran hava við sær, at oljumarknaðurin fer at verða nógv broyttur framhaldandi av náttúrligum orsøkum og ikki av orsøkum so sum, at Opec minkar um sína framleiðslu.