Oljuprísurin: 74 dollarar fyri tunnuna og kann vaksa upp í 100 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.04.2018 - 16:18

Oljan >

Oljuprísurin hevur ikki verið so høgur síðani prísskædlið í 2014. Í morgun kostaði ein tunna av Brentolju góðar 74 dollarar skrivar Ritzau Finans. Orsøkin sigst vera trýst frá Saudi Arabia og hildið verður, at oljuprísurin kann hækka enn meira. Oljuríku londini í Miðeystri hava sambært Reuters lagt upp til, at oljuprísurin gott kann flyta seg enn longur uppeftir móti 80 til 100 dollarum.

Á marknaðinum verður mett, at oljulondini í Opec við Saudi Arabia á odda og við stuðuli frá m.a. Ruslandi, fara at halda fram við at avmarka oljuframleiðsluna, nakað, sum tey hava gjørt síðani 2016 og sum hevur verið orsøkin til, at oljuprísurin hevur hildið seg á einum rímuliga høgum støði. Minni útboð á marknaðinum er høvuðsatvoldin til, at prísurin heldur sær ella entá hækkar.

"Saudiarabarar og teirra kollegar í Opec hava brúk fyri einum høgum oljuprísi fyri at kunna halda fram við sínum fíggjarpolitikki, og kongaríkið er í ferð við eini stórari og dýrari reformskrá, so tey royna at fáa mest burtur úr, meðan tað enn ber til”, sigur Greg Mckenna, oddastratekur hjá børsmeklaranum Axitrader, við Reuters.

Í morgin verður fundur í Opec, har Rusland eisini er við. Flestu eygleiðarar halda, at londini tá fara at staðfesta politikkin at avmarka framleiðsluna til tess at varðveira ein høgan oljuprís. Og teir vilja entá vera við, at avgerðin á fundinum í morgin fer at vera so mikið avgjørd, at framleiðsluloftið fer at standa við ikki bara árið út men væl longri.

Orsøkirnar til høga oljuprísin eru eisini lægri goymslur í USA og síðani óvissan um ótryggu geopolitisku støðuna í heiminum, her serstakliga í Sýria og Iran.