Oljuprísurin aftur omanfyri 70 dollarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

26.03.2018 - 12:28

Oljan >

 Ein tunna av Brent olju kostar mánamorgun 70,25 dollarar. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til fríggjadagin.

Oljuprísurin verður mettur at vera stabilur í byrjanini av vikuni, nú økt borivirksemi í USA javnvigar við  ótta fyri vaksandi spenningi í Miðeystri.

Prísurin er eisini ávirkaður av, at vónir eru um, at Opec við Saudi Arabia á odda fer at longja framleiðsluloftið til 2019, eins og ótta fyri, at USA aftur fer at seta í verk sanktiónir móti Iran.