Oljuprísurin farin at sveiggja aftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

02.12.2016 - 17:06

Oljan >

Mikudagin tók oljuprísurin at hækkað, aftaná at OPEC-londini samdust um at minka um oljuframleiðsluna. Í dag steðgaði ógvusliga prísvøksturin á.

Í morgun tók prísurin at lækka, men hevur sveiggja aftur og fram í dag, millum 53 og 54 dollarar fyri fatið av Brent-oljuni. Prísurin er framvegis tann hægsti síðani februar í ár. Í løtuni kostar Brent-oljan 54,30 dollarar fyri fatið.

Sambært Bloomberg News er orsøkin til sveiggini í dag, at marknaðurin nú tulkar tað OPEC-londini gera, og royna at finna út av um avtalan kemur at halda, ella hvussu verður.

Goldman Sachs og Morgan Stanley meta at prísurin kann nærkast 60 dollarum, um OPEC-londini klára at halda avtaluna frá mikudegnum. Avtalan verður sett í gildi 1. januar.

Fleiri greinarar ávara ímóti at OPEC-lond kunnu freistast til at økja um oljuframleiðsluna, nú prísurin er hægri enn hann hevur verið i longri tíð.

Min Byungkyu, marknaðarstrategur hja Yuanta Securites í Seoul, sigur í samrøðu við Bloomberg, at bara um einstøk OPEC-lond ikki halda avtaluna, ella at amerikanarar fara at framleiða meir av skiferoljuni, so er vandi fyri at avtalan ikki heldur. Scott Darling, greinari hjá JP Morgan, sigur sambært Bloomberg, at søgan vísur at OPEC hevur trupult við at halda tær avtalurnar sum felagsskapurin semist um.