Oljuprísurin hækkaður meir enn seks dollarar síðani ígjár


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

01.12.2016 - 22:58

Oljan >

Semjan millum oljuframleiðandi londini í OPEC ígjár hevur fingið oljuprísin at gera nøkur risalop. Prísurin hevur hækkað javnt síðani oljumálaraðharrin hjá Katar seinnapartin í gjár kunngjørdi at semja er um at minka um oljuframleiðsluna. Øll OPEC-londini, Iran undantikið, skulu minka um oljuframleiðsluna, við til samans 1,2 milliónum føtum til 32,5 milliónir føt av olju um dagin. Russland minkar eisini um sína framleiðslu við 300.000 føtum um dagin.

Iran, sum nú í eina tíð hevur selt olju á heimsmarknaðinum aftur, sleppur at økja um sína oljuframleiðslu eitt vet. Iran arbeiðir viv at fáa oljuídnaðin at koyra aftur, og hevur brúk fyri at kunna koma uppá eitt støði sum er hóskandi fyri landið, sæv út fra hvørja støðu landið hevði áðrenn landið bleiv rakt av handilsbanni.

LES EISINI: Hetta eru broytingarnar sum fingu oljuprísin at hækka

Oljuprísurin hevur í dag verið omanfyri 54 dollarar fyri eitt fat av Norðsjóvaroljuni Brent. So høgur hevur prísurin ikki verið síðani í juli 2015.

Príshækkingin fekk keypsskálan í Oslo at hækka munandi í virði. Príslækkingin sum tók dik á seg á sumri 2014 hevur rakt oljufeløgini meint. Virðini eru minkavi nógv. Bara í Noregi eru fleiri enn 40.000 størv antin horvin, ella koma at hvørva komandi tíðina.

Statoil-partabrævið hevur síðani mikumorgunin hækkað við meir enn 12 norskum krónum. Hetta hevur økt um virði á norska oljurisanum við meir enn 39 milliardum krónum til næstan 490 milliardir krónur.